Fluguskáp úti á Reyni fáa ikki frið. (Tilvildarliga vald mynd: Google Maps)

Dreingir tømdu fluguskáp – avdúkaðir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.03.2018 - 09:21

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Fýra smádreingir vóru leygarnáttina avdúkaðir fyri at hava brotið inn í eitt fluguskáp úti á Reyni í Havn fyri at stjala rúsdrekka.

Eigarin av fluguskápinum – ein kvinna – hevur fleiri ferðir fyrr verið órógvað av at óbodnir gestir hava vitjað fluguskáp hennara. Hon gjørdi tí ikki mætari enn at installera eina ávaringskipan, sum varskógvar tá onkur fer í skápið.

Sunnunáttina um trý-tíðina varð hon so vakt av ávaringarskipanini. Kvinnan sá nakrar ungar dreingir renna burtur frá staðnum. Hon gjørdi tí ikki matari enn at lata seg í og fara aftaná teimum at leita. Hon fann dreingirnar í býnum, og fekk tikið mynd av teimum.

Fyrrapartin sunnudagin fór hon so á politistøðina at melda. Løgreglan hevur havt samband við dreingirnar, sum eru skuldsettir fyri stuldurin. Enn er ikki greitt, um hesir dreingir eru sekir í stuldrunum, sum fyrr eru framdir í skápinum.

Teir fýra dreingirnir eru allir undir 18 ár og so mikið ungir, at barnaverndin nú verður blandað í málið, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.