DRESS – Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti

Tíðindaskriv

30.09.2014 - 20:53

Tíðindi > List > Myndlist

Fríggjadagin letur ein forkunnug framsýning upp í Steinprenti við verkum hjá Jóhan Martini Christiansen.

Tó at Jóhan Martin Christiansen er ungur listamaður, hevur hann longu gjørt um seg listarliga í Keypmannahavn, har hann býr og í Malmø, har hann hevur nomið sær útbúgving innan myndlist.

Framsýningin í Steinprenti, ið ber heitið DRESS, er merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfarið, sum verður brúkt til verkini og samstundis er tilfarið kanska ikki tað, vit vanliga sambinda við list. Eitt dømi um tilfar, sum Jóhan Martini Christiansen dámar væl, er papp, sum hann sær ein serligan vakurleika í.

Listamaðurin er eisini sera áhugaður í poesi, antin tað snýr seg um okkurt hann finnur í blómubukettini hjá Mrs Dalloway, ella í leysum setningum og orðum, sum hann t.d. ber eyga við á einum pappkassa.

Tað snýr seg um eina áhugaverda samankomu millum tað ítøkiliga og óítøkiliga á framsýningini, sum eisini inniheldur videolist, umframt gipsrelief og grafisk prent – alt sum partar av einari stórari installatión, ið fevnir um alt framsýningarrúmið.

Framsýningin við Jóhan Martin Christiansen stendur frammi til 15. november.