Dreymar við havið á filmsstevnu í Rom



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.10.2017 - 12:49

Mentan >

Filmurin eftir Sakaris Stórá, “Dreymar við havið”, luttekur í høvuðdkappingini á filmsstevnuni ALICE NELLA CITTÀ (Alice in the City) 26. oktobur – 5. novembur í ár.

Hetta er onnur filmsstevnan sum Dreymar við havið luttekur á, og eisini í Rom kappast Dreymar við havið móti filmum úr øllum heiminum, við altjóða viðurkendum leikarum og leikstjórum.

Alice Nella Città er sjálvstøðugur partur av altjóða filmsstevnuni í Rom, og leggur høvuðsdent á filmar til ung.

Dreymar við havið gongur í Havnar Bio komandi viku aftrat.

Myndin er av Juliett Nattestad í leiklutinum sum Ester, og er ein skíggjamynd úr filminum. Fotografur er Virginie Surdej.