Skálavík er vøkur kulissa í nýggjasta føroyska spælifilminum. Hendan tølandi myndin órógvar. Hvussu kann ein stállyktasteyri bogna á handa hátt. Man skal vist kenna bygdina í landsynningsódn

Dreymar við Havið: Eitt satt lítið meistaraverk

Ingi Samuelsen

05.09.2017 - 23:15

Mentan > List > Filmslist

Sakaris Stórá dugir tað. At fortelja eina góða einfalda søgu við myndum uttan tað stóra hóvastákið.

Hansara fyrsti rættiligi spælifilmur, ’Dreymar við Havið’, er eitt satt lítið meistaraverk. Fortalt við við nærlagni, góðum leiki, sjarmu, tølandi umhvørvi og dramatikki í ein ávísan mun.

Lógvabrestirnir vildu nærum heldur ongan enda taka, tá filmurin fyri fyrstu ferð varð sýndur fyri eini stórari fjøld framman fyri stórum leiktjaldi í Norðurlandahúsinum í týskvøldið. Talan var um eina undanframførslu fyri stuðlum og hjálparfólki.

Sakaris Stórá sjálvur var eisini málleysur av móttøkuni, og fekk nærum ikki málið fram, tá hann skuldi takka av pallinum. Sjálvur var hann ikki inni í salinum meðan filmurin var vístur. ”Nei, tað kláraði eg ikki. Eg setti meg út í bilin at drekka mær eina øl og lesa úr Fjallaprædikuni” avdúkaði hann sjálvur aftan á sýningina.

Tað var neyvan einans filmsleikstjórin sjálvur, ið var málleysur tá rullutekstirnir tóku at mala á løriftinum. Vit munnu vera fleiri, ið sótu eftir við einum klumpi í hálsinum.

Mótsetningar
Uttan at avdúka ov nógv, kann sigast, at ’Dreymar við havið’ er um tvær tannáringa gentur á bygd. Onnur nærum fastlæst í siðbundna gudsóttandi umhvørvinum, hin ein rótleys, uttanífrákomandi, umsorganarsvikin, men kortini sjálvsikkur stakkal. Onnur søkir út úr tryggleikanum, sum er við at kvala hana, hin leitar eftir tryggleikanum, sum hon ikki hevur upplivað.

Vit sleppa at síggja hvussu viðurskiftini millum genturnar mennast, hvussu tær taka upp avbjóðingina sum tannáringar á bygd, og vit fáa innlit í teirra dreymar um at sleppa burtur og uppliva nakað heilt annað.

”Tá fer alt at lata seg upp”, sigur hon við útlongsli vistnokk einaferð í filminum. Eg sigi ’vistnokk’, tí í løtum er tað ikki so lætt at skilja, hvat sagt verður. Hóast málið er føroyskt, so var stundum saknur í undirtekstunum. Møguliga var ein teknisk orsøk til, at ljóðið var trupult at fata í løtum, møguliga er tað bara so, tá talan er um ungar, óroyndar leikarar.

Tølandi yndi og andstyggiligur vakurleiki
Hóast óroynd, so er leikurin í filminum – ella møguliga er tað júst leikstjórnanin? – góður og hugtakandi. Ungu kvinnurnar, Juliett Nattestad og Helena Heðindóttir, eru tølandi í teirra náttúrliga yndi. Koma væl frá uppgávuni, hóast torførar at skilja til tíðir.

Ungi Levi Mouritsen fer eisini beint í hjartað sum neyðars lítlibeiggin í vanrøktaðu familjuni.

Men størsta og mest eyðsýnda leiklutin eigur Noomi Kunoy Heradóttir, tann ófantaliga mamman. Bæði vøkur og á ein djarvan hátt andstyggilig, sum mamman, ið ikki hevur evni at taka sær av børnum sínum. Um ein Geyti skal gevast fyri besta hjáleiklut, so er Noomi sjálvskrivað.

Søguna eigur Marjun Syderbø Kjelnæs. Hongur saman og er góð uttan at vera genial á nakran serstakan hátt – her er tað myndaforteljingin hjá Sakariasi Stórá, ið ger filmin til tað meistaraverkið hann er.

Sandoy sum tíðarleys kulissa
Umhvørvið í filminum er framúr. Kulissurnar deiliga tíðarleysar uttan órógv av teimum modernaðu hentleikunum, ið ung hugsavna seg mest um í hesum tíðum.

Uttandura pallmyndin er – hóast tað bert skal ímynda eina bygd í Føroyum – Skálavík við ískoytismyndum heiman av Sandi og úr Hesti. Tað riggar óføra væl.

’Dreymar við Havið’ er fyrsta veruliga úrslitið av føroysku filmssatsingini. Sakaris Stórá prógvar, at við røttu evnunum, einum sindri av almennum stuðli og góðari hjálp frá sjálvbodnum og stuðlandi fyritøkum, ber saktans til at skapa týðandi filmslist í Føroyum.

Vónandi fær hesin filmur eisini veingir og fær høvi at sleppa út um havsbrúnna og vinna uppibornar filmsheiðurslønir heim til Føroya.

’Dreymar við Havið’ verður komandi tíðina at síggja í Havnar Bio við frumframførslu í kvøld. Men hon er útseld fyri langari tíð síðani.

Sí eisini: Myndir: Dreymar við havið sýndur fyri fullsettum húsum