(Mynd: Ingi Samuelsen)

Drotningavitjan

Ingi Samuelsen

08.08.2017 - 07:22

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Í morgun kom snotiliga skipið hjá Cunard Line, MS Queen Elizabeth, á Havnina. Drotningin kemur úr Reykjavík, og leggur klokkan 17 seinnapartin leiðina víðari móti Kirkwall á Orknoyggjum.

Queen Elizabeth er 294 metrar long, 32,3 breið og stingur 8 metrar. Skipið er sostatt tað størsta, ið vitjar Havnina í summar, ein metur longri enn tey bæði Mein Shiff 3 og 4, ið vitjaðu fyrr í summar – tey eru 293 metrar long.

Pláss er fyri yvir 2.000 ferðafólkum umborð á Queen Elisabeth, og tey hava 12 hæddir – dekk – at ferðast á meðan tey eru umborð við alskyns matstovum og frítíðartilboðum. Snotiligt, flótandi marglæti, sum síggjast kann á heimasíðuni hjá skipinum.