Drotningin: Donsk børn áttu at lært meira um Føroyar og Grønland

Ingi Samuelsen

16.06.2016 - 13:10

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

- Danskur ungdómur veit ov lítið um Føroyar og eisini um Grønland. Tá eg var barn, lærdu skúlanæmingarnir um Føroyar og Grønland, at tað var meira enn bara ”ein býur, ið lá longri burtur enn Jylland”. Tá vóru Grønland og Føroyar øðrvísi enn í dag, men eg haldi, at ungdómurin í dag burdi lært meira um hesi spennandi støð.

Soleiðis segði Margreta drotning millum annað á tíðindafundinum, sum varð hildin umborð á kongaskipinum Dannebrog á middegi.

Á fundinum tók drotningin saman um føroyaferðina, sum endar seinnapartin í dag.

- Hetta hevur verið ein góð ferð. Nakrir deiligir dagar við góðum veðri, har eg havi fingið høvi til at hitta nógvar fryntligar føroyingar.

- Eitt nú var tað eitt stórt upplivilsi fyri meg at vitja Sandoy í gjár. Eg havi verið í Sandoy tvær ferðir áður, men ikki fyrr enn hesa ferð sá eg Sandoynna veruliga, tí hinar ferðirnar hevur sýnið ikki verið nakað serligt. Eg trúði, at oyggin var fløt – tað er hon als ikki.