Drotningin hevur føðingardag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.04.2018 - 13:23

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Margretha drotning fyllir 78 ár í dag. Danir høvdu møguleika at ynskja drotningini til lukku, tá drotningin saman við familju síni traðkaði út á balkongina klokkan 12 lokala tíð.

Margretha drotning varð borin í heim 16. apríl 1940 á Amalienborg í Keypmannahavn. Hon varð síðani doypt Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid.

Í 1967 varð hon gift Henrikki prinsi á Amalienborg í 1967. Henrikkur prinsur andaðist í februar í ár.

Kanning sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken vísir, at kongshúsið er sera væl umtókt í løtuni. Tó metir Lars Hovbakke Sørensen, søgufrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, at deyðsfallið hjá Henrikki prinsi hevur økt um stuðulin til kongshúsið.

Í 1972 stuðlaðu bert 50 prosent av dønum kongshúsinum. Í 2010 stuðlaðu 79 prosent kongshúsinum, meðan talið í dag er 79 prosent.