(Mynd: dr.dk)

Drotningin vakt við sangi á føðingardegnum

Ingi Samuelsen

16.04.2015 - 07:09

Tíðindi > Danmark

Í dag er stórur dagur í Danmark. Margreta drotning fyllir 75 ár.

Drotningin varð vakt við morgunsangi uttan fyri Fredensborg slotti í morgun, og hóast hon hevði nógvar gestir til fínan føðingardagsdøgurða í gjárkvøldið, sá hon als ikki nývaknað út, tá hon kom út í vindeyga fyri at lurta eftir songinum og heilsa upp á fólkini, sum vórðu møtt upp.

Seinni í dag fer drotningin aftur til Keypmannahavnar at lata seg heiðra. Men tað verður uttan mann sín, Hendrik prins. Hann er lagstur við krími, og kann ikki vera við til at hátíðarhalda føðingardagin hjá konuni.

Á middegi fer hon út á svalan á Amalienborg og síðan fer hon túr gjøgnum býin í hestavagni. Í kvøld verður føðingardagsdøgurði á Fredensborg slotti.

Føðingardagur Margretu drotning kann fylgjast á Danmarks Radio, sum sendir í allan dag