Dupult føroyskt í fyrstu svimjikappingini

Ingi Samuelsen

29.06.2015 - 17:26

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Pál Joensen vann, sum væntað ein tryggan sigur í fyrstu svimjikappingini í kvøld, 1500 metrunum. Óli Mortensen vann silvur.

Tíðin hjá Pál var 14 minuttir 57,73 sekund, meðan Óli Mortensen svam teinin í tíðini 15 minuttir og 34,06 sekund

Eisini í næstu kappingini gjørdist tað gull til ungu Sáru Nysted, meðan Vár Eidesgaard vann bronsu.

Tíðin hjá Sáru var 5 minuttir og 03,44 sekund. Vár brúkti 5 minuttir 04,46

Ein góð byrjan í svimjingini