Mynd: Jens Kr. Vang

Dynamit vil ongantíð doyggja

Sverri Egholm

12.08.2017 - 01:50

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Fyri sjeyndu ferð á Summarfestivalinum trinu lokalu gubbarnir úr Dynamit á pallin á Vágsbøi.

Energiski Niclas Heri gjørdi greitt beinanvegin, at hetta fór at vera ein “Syngið við” konsert.

- Er kórið hjá Dynamit klárt, spurdi hann fjøldina, sum kókaði alt fyri eitt.

Dynamit var nakað umskipað í kvøld við Mikkjal Hvannastein á gittara og Henning Nicodemussen á trummum. Erik Biskupstø, sum annars hevur spælt gittar, var bassistur í kvøld.

Nakað sum Dynamit klárar, sum ikki so nógvir aðrir bólkar klára líka væl, er at fáa alla fjøldina við. Ikki bara tey, sum standa fremst. Teir gjørdu allan Vágsbø til eitt stórt kór til sangir, sum eitt nú “Til allar kvinnur”, “Pápi tín býr ei í Tórshavn” og serliga til eykalagið “Grøv Nr. 13”.

Tónleikaliga telist hendan konsertin ikki millum tær bestu, sum hava verið á Vágsbøi, men fólksliga var hetta helst ein av bestu konsertunum.

Hetta var sum sagt sjeyndu ferð, at Dynamit spældi á Summarfestivalinum, og ja, gud vitið nær vit síggja teir aftur á Vágsbøi.

Í teltinum er Grandma's Basement byrjað, og seinni í kvøld fer Signar í Homrum at lata Vágsbø aftur fyri í kvøld. Hann byrjar klokkan 02:45.

Sí eisini: Myndir: Fríggjakvøld á Summarfestivalinum 2017