Dynamit-hitt á Okkara Tórsfest



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

17.05.2018 - 10:25

Mentan > Mentan > Konsertir

Tað fer at runga við Dynamit-hittum á Okkara Tórsfest 2018, tá Niclas Heri og Shaky við manning fara á pall á Vaglinum í Havn í summar. Og tað er einki at ivast í, at hýrurin fer at verða serliga góður og øll fara at syngja við, tá bólkurin fer at framføra Dynamit-hitt undir navninum ”VIT VILJA ONGANTÍÐ DOYGGJA”. Hetta er eitt nýtt undirhaldandi, festligt og jaligt tónleikakonsept, sum ossar av góðum stemningi og hýri.


Tónleikarnir, sum fara at spæla saman við Niclas Hera og Shaky á Okkara Tórsfest eru Magni Husgaard á keyboard/klaver, Mikkjal Hvannastein á guitar/solo, John Johansen á bass og kór og Henning Hjalt Nicodemussen á trummum.

Longu nú er kunngjørt, at Icona Pop, Carpark North, Burhan G, Smokie, Burak Yeter, Jacob Dinesen, Danny & The Veetos, Maria Montell og Signar í Homrum eisini fara á pall hetta kvøldið.

Forsølan til Okkara Tórsfest 2018 hevur gingið sera væl og síðstu tíðina er so nógv selt, at tað nú er byrjað at ganga undan við forsøluni.