Dýr leiting eftir kavbáti: 8,2 milliónir um dagin

Snorri Brend

20.10.2014 - 18:08

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Síðani fríggjadagin hevur svenska sjóverjan leitað við øllum hentleikum eftir einum fremmandum kavbáti.

Eisini í morgun eru teir farnir at leita við allari hugsandi útgerð, til tess at fáa greiðu á hesum málinum sum hevur fingið altjóða miðlar at venda eygum sínum móti Svøríki.

Hinvegin er greitt, at tað ikki er heilt ókeypis at leita eftir einum kavbáti við so stórari megi.

Svenska blaðið Expressen skrivar soleiðis í morgun, at tað kostar 10 milliónir svenskar krónur – 8,2 milliónir føroyskar krónur – at leita eftir kavbátinum UM DAGIN.

Omanfyri 200 fólk frá svenska herinum og eitt stórt tal av skipum luttaka í morgun í leitingini.

Sambært upplýsingum, sum Expressen liggur inn við, er her talan um eina dýra leiting:

Ein meting sigur 8,2 milliónir krónur um dagin, meðan ein onnur meting sigur, at tað kostar kanska 80 milliónir at leita eftir tí, sum verður hildið at vera ein russiskur kavbátur.


Svenska sjónvarpið sendi beinleiðis frá leitingini - trýst HER (onnur leinkja)