Savnsmyn: SJómans Missiónin

Dýrindal er nú aftur skrásettur í Norðoyggjum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

15.05.2018 - 21:55

> Tíðindi > Føroyar

Trolbáturin Karen, sum varð seldur til Hvalvíkar fyri tíð síðan er nú aftur seldur.

Trolbáturin er bygdur í Íslandi í 2002, og fekk upprunarliga heimstað í Haraldsundi. 

Seinni varð skipið keypt til Vágs, men varð seinni selt til Hvalvíkar, har tað hevur havt heimstað og navnið Karen seinastu tíðina.

Í dag skifti trolbáturin aftur navn og heimstað. Hesaferð er báturin, sum hoyrir til bólk 4A, skrásettur í Klaksvík, og við uppruna navninum Dýrindal.

Norðlýsið skrivaði herfyri, at tað vóru teir fimm Ísak Petersen, Tummas Anthoniusen, Símun Grúkaskarð, Leon Petersen og Erling Petersen, sum hava keypt Karen, og skrásett bátin í Klaksvík.

Seinastu tíðina hava trolbátarnir fingið nógvan tosk á landleiðini norðanfyri, og tað er ivaleyst ein orsøk til at hesir fimm hava sligið seg saman og keypt trolbátin.