Frá venjingini í gjár (Mynd: fsf.fo)

Dystardagur: Grikkaland – Føroyar spæla kl. 19.45

Ingi Samuelsen

14.11.2014 - 13:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld spælir føroyska A-landsliðið seinasta dystin í ár. Tað verður á Georgios Karaiskakis leikvøllinum í Piræus móti Grikkalandi.

Talan er um botndystin í Bólki F í EM-undankappingini European Qualifiers. Føroyar liggja niðjast uttan stig, meðan Grikkaland, sum vann EM í 2004, einans hevur eitt stig í hesi kappingini fyri 1-1 javnleikin móti Finnlandi.

So eingin ivi er um, at grikkar á heimavølli seta full segl fyri at tryggja sær ein tryggan sigur í kvøld, tí higartil í kappingini hava grikkar tapt báðar dystirnar, teir hava spælt á heimavølli.

Trý umfør eru higartil spæld í okkara bólki, og Norðurírland liggur á odda við fullum stigatali, 9 stigum. Rumenia hevur 7, Finnland og Ungarn hava 4 stig, Grikkaland eitt og Føroyar enn einki stig.

Hinir dystirnir í kvøld eru Ungarn-Finnland og Rumenia-Norðurírland.

Føroyar vóru í bólki við Grikkalandi til EM 1996. Ta ferðina vunnu grikkar 5-1 á Svangaskarði og 5-0 á Kreta.

Føroyska liðið kom til týsdagin til grikska høvuðsstaðin Athen har fleiri venjingar hava verið undan dystinum í Piræus í kvøld. Myndir frá venjingunum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá FSF.

Dysturin verður at síggja í Kringvarpi Føroya. Sendingin byrjar klokkan 19.30 og av tí sama er Gekkurin útsettur til kl. 21.45.