Julius Vest Joensen (Mynd. Suðurrás)

Dysturin verður fluttur

Ari av Rana

07.06.2018 - 10:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Skrivað hevur verið í morgun um seinnu hálvfinaluna í Løgmanssteypinum, har B36 fer á vitjan hjá Suðringum. Dysturin varð settur at spælast mikudagin 13. juni klokkan 16, og hetta merkti, at B36 lítla og onga tíð hevði at sleppa við Smyrli, sum siglir klokkan 18.

Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, sigur við Norðlýsið, at avgerð er tikin um at flyta dystarbyrjan til klokkan 14:30. Við hesum hevur B36 góða tíð at koma á Krambatanga.