Eagles vann sína fyrstu Super Bowl, og sum verða man var frøin sera stór.

(Mynd: EPA)

Eagles basti Patriots í Super Bowl

Agnar Frederiksen

05.02.2018 - 03:45

Ítróttur > Ítróttur > Amerikanskur fótbóltur

Philadelphia Eagles vunnu í kvøld sína fyrstu Super Bowl nakrantíð. Eagles vunnu á New England Patriots í einari dramtiskari og sera vælleiktari Super Bowl. Eagles vann 41-33 á liðnum, ið vardi sítt meistaraheitið og royndu at vinna sítt sætta Super Bowl

Talan var um ein dyst, har bæði álopini koyrdu sera væl, og vóru til tíðir ikki til at steðga. Tom Brady leiddi sítt álop sera væl; serliga í 2. hálveiki. Hann fann millum annað sín "yndisreciever" Rob Gronkowski ofta, og kastaði tvey touchdown til stóra "Thight endin". Hjá Eagles var Nick Foles eisini framúr í sínari fyrstu Super Bowl. Hann kastaði 3 touchdowns, fyri 373 yards og varð valdur til MVP í dystinum(Mest virðismikla leikara) Eagles funnu nógvar mátar at skræða verjuna hjá Patriots uppá, har millum annað Foles loftaði eitt touchdown kast, frá Trey Burton ið annars ikki spælir quarterback.

Liðini skiftust um at skora, og dysturin var sera undirhaldandi fyri teir áleið 66.000 áskoðarar í Minneapolis, og tær nógvu milliónirnar frammanfyri skíggjanum. Met fyri flest yards nakrantíð í einari Super Bowl, og 40-ára gamli Tom Brady kastaði fyri yvir 500 yards, ið eisini er met. Hóast hann spældi sera væl, so vann hann ikki sína sættu Super Bowl, ið eisini hevði verið met. Eagles var meira omaná í 1.hálvleiki, og var á odda 22-12, tá "The Half Time Show" byrjaði. Men í 2.hálvleiki fór Patriots-maskinan av álvar aí gongd, og dysturin var speannandi heilt til endans.

Nick Foles kastaði til Zach Ertz tá tveir minuttir vóru eftir, og harvið kom Eagles á odda aftur. Brady og Patriots høvdu møguleikan at leggja seg á odda aftur, men so tacklaði Brandon Graham Brady; hann misti bóltin, Eagles fekk hann aftur, og so var sigurin næstan heima.

Tað er sera nógv, ið kann verða skrivað um hesa Super Bowl nummar 52, har Pink sang tjóðsangin framúr væl undan dystinum, har Justin Timberlake undirhelt í hálvleikinum, og har Eagles og Patriots spældu ein frálíkan dyst. Eagles er meistari fyri fyrstu ferð, og tað var sera stór frøi á grønu ørnunum frá Philadelphia, tá tíðin fór.

Philadelphia Eagles - New England Patriots (41-33)