Eagles vóru flúgvandi í NFC-finaluni í nátt, og vunnu við 31 stigum á Vikings
(Mynd: theguardian.com)

Eagles leikti seg í Super Bowl í stórum stíli

Agnar Frederiksen

22.01.2018 - 03:30

Ítróttur > Ítróttur > Amerikanskur fótbóltur

Philadelphia Eagles hevur í nátt tryggja sær pláss í ársins Super Bowl-dysti við knúsandi 38-7 sigri á Minnesota Vikings. Eagles vann sera sannførandi á heimavølli, og skal tí til Minneapolis; til heimavøllin hjá Vikings, um tvær vikur at spæla Super Bowl.

Vikings byrjaði dystin sera væl við at skora touchdown, fyrstu ferð liðið hevði bóltin. Tað var Case Keenum, ið kastaði til Kyle Rudolph. Men næstu ferð Vikings hevði bóltin, kastaði Keenum bóltin i hendurnar á verjuleikaranum hjá Eagles, Patrick Robinson. Hann rann inn til eitt touchdown fyri Eagles, og so var 7-7. Hetta setti heimaliðið av álvara í gongd, og bæði verjan og álopið spældu framúr. Í hálvleikinum var 24-7, og Eagles skoraði so tvær ferðir í 2.hálvleiki: Eitt touchdown í 3.fjórðingi, og eitt í 4.fjorðingi.

Vikings steðgaði hinvegin fullkomiliga upp. Liðið fekk ikki stig aftur í dystinum. Keenum og co. fingu ikki spælið at koyra ímóti sera fysisku Eagles-verjuni, og tá útiliðið kom í góðar støður kom einki burtur úr. Verjan hjá Vikings hevur verið sterk alt árið, men í nátt megnaði vikingarnir als ikki at stegða flúgvandi ørnunum ur Phiadelphia.

Quarterbackurin hjá Eagles leikti ein sera góðan dyst. Tá Carson Wentz gjørdist skaddur í desember, varð ivi sáddur um, hvussu Eagles nú fóru at standa seg. Sjálvt um Eagles vann flest dystir í NFL í grundspælinum, og liðið hevði heimavøll seinasta vikuskifti og í nátt, so var mótstøðuliðið í báðum førum favorittur. Men Nick Foles vísti í kvøld klassa. Hann var ísakaldur, og kastaði millum annað trý framúr touchdowns. Alshon Jeffrey loftaði tveimum og Torrey Smith einum. Eagles rann eisini væl við bóltinum, og krútsterki LaGarette Blount buldraði seg inn til eitt touchdown.

Talan var um sera stórt skuffilsi fyri Vikings, ið vónaði at fáa møguleikan at spæla Super Bowl á heimavølli. Hetta er enn eitt av playoff-skuffilsinum hjá Vikings, men liðið hevur fram til í kvøld, havt eitt framúr kappingarár.

Í Philadelphia er stór frøi, nú Eagles er NFC-meistari, og er aftur í Super Bowl. Hetta er triðju ferð í søgu felagsins. Seinast var í 2005, tá Eagles tapti 24-21 ímóti Patriots. Aftur í ár hava ørnirnar møguleikan at steðga Brady og co, men tað verður aftur í leiklutinum sum "underdogs", at Eagles skulu dystast um 13 dagar í Minneapolis. Liðið hevur ongantíð fyrr vunnið Super Bowl.



beint nú