(Hsf.fo)

EB vil upp í bestu deildina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

09.03.2018 - 19:45

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hondbóltsfelagið hjá Eiðis Bóltfelag, EB, hevur sett sær greið mál. Felagið skal verða umboðað í bestu deildini um nøkur ár.

Stór framgongd er farin fram í EB. Bæði limatal og tal av liðum er hækkað meira enn hundra prosent upp á tíggju ár. Í dag eru 11 lið í EB, umframt U6 og U8, samanborið við fimm lið í 2008.

Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum ganga í 9. flokki í Skúlanum við Streymin, og sum báðar spæla við G16 hjá EB, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing í Hondbóltssambandinum. Tær hava millum annað gjørt samrøðu við forkvinnuna í EB, venjara og við leikarar um framgongdina og framtíðarmálini hjá EB.

(Hsf.fo)