Í Liberia væntast skúlarnir at lata upp aftur fyrsta dagin (Mynd: EPA)

Ebola orsøk til nógv foreldraleys børn

Ingi Samuelsen

07.02.2015 - 20:06

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Yvir 16.000 børn hava mist annað ella bæði foreldrini orsaka av ebola-farsóttini í Guinea, Liberia og Sierra Leone. Tað upplýsir UNICEF, barnagrunnurin hjá ST.

Sambært UNICEF hava 3.600 børn mist bæði foreldrini í teimum trimum vestafrikansku londunum, ið eru harðast rakt av ebola.

UNICEF fegnast um, at familjurnar taka sær væl av hesum foreldraleysu børnunum. Bert trý prosent av børnunum hava brúk fyri fosturfamiljum.

Heimsheilsufelagsskapurin WHO upplýsir, at 8.981 fólk higartil eru deyð í teimum trimum londunum, og 22.000 sjúkutilburðir eru skrásettir.

Fyri fyrstu ferð í ár er talið av tilburðum í Guinea, Sierra Leone og Liberia nú økt, upplýsir WHO. Vøksturin hendi seinastu vikuna í januar.

- Sjúkutilburðirnir øktust í øllum londunum fyri fyrstu ferð í ár. Skrásett vórðru 124 nýggir tilburðir í seinastu viku av januar, upplýsti WHO mikudagin.

Í farnu viku minkaði talið aftur, og tað prógvar tíðindini um, at ebola-farsóttin nærkast sínum enda, skrivar nrk á netinum.

Í Guinea eru skúlarnir latnir uppaftur eftir at hava verið stongdir í fimm mánaðir. Í Liberia verða skúlarnir latnir uppaftur seinni í mánaðinum. Og Mali sigur seg nú vera ebolafrítt øki.