Mynd: Sverri Egholm

EBS/Skála vann spennandi finalu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

09.09.2017 - 18:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

EB/Streymur/Skála vann fyri løtu síðani steypafinaluna hjá kvinnum. Tað gjørdu tær móti HB og felagsliðið vann 3-2.

Bæði liðini løgdu hart út ferðin var sera hørð teir fyrstu minuttirnar. Tað gav eisini úrslit - í báðum endum kann man siga. Fyrst Rebekka Fjalsá Benbakoura til 1-0 fyri HB í fjórða minutti, og hálvanannan minutt seinni javnaði Ansy Sevdal fyri EB/Streym/Skála. Hendan støðan helt sær til beint áðrenn hálvleik tá Birna Johannesen legði EB/Streym/Skála á odda 2-1.

Tað var felagsliðið hjá sundalagsfólkum og skálafólkum, sum var betra liðið gjøgnum allan dystin, og hevði nógv flest møguleikar. Hetta helt eisini fram í seinna hálvleiki og tá tíggju minuttir vóru eftir økti Birna Johannsen til 3-1.

Lítla løtu seinni minkaði Milja R. Simonsen um munin til støðuna 3-2, og spenningur kom í dystirnar tað síðstu løtuna.

Tað var tó ikki heilt eftir vild hjá HB-kvinnunum í dag, sum mugu taka til takkar við silvuri.

Skála vann steypakappingina í 1992, men hetta er fyrstuferð at felagsliðið vinnur finaluna.