Edmund Joensen (savnsmynd)

Edmund biður Tjóðveldið kalla Magna Arge heim

Ingi Samuelsen

22.01.2018 - 10:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Uttanríkismál

Landsskaðiligt virksemi. Tað er tað, sum fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi fólkatingsmaðurin Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum kallar virksemið, sum Magni Arge úr Tjóðveldi fremur á Fólkatingi í hesum døgum.

Orsøkin er fundurin á Christiansborg við katalananum Carles Puigdemont.

Edmund Joensen øtast inn á átakið hjá Magna Arge, sum verður kallað fyri landsskaðiligt virksemi. ”Tjóðveldismaður setir Føroyar í pínliga støðu”, hetta ”kann skaða føroyskan handil i Spania”, og ”misbrúk av okkara felags parlamenti” eru nøkur av spjaldrunum, sum tiltakið fær frá garvaða sambandsmanninum, sum í dag er ein av næstformonnunum á Løgtingi.

Edmund Joensen heitir tí at Tjóðveldið um at kalla Magna Arge heim. ”Tað hevði kanska bøtt eitt sindur um skaðan, sum egotrippið ber í sær”, skrivar Edmund Joensen millum annað í opnum brævi í dag.