Jobin Drangastein. (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Effodeildin: AB er ikki niðurflytingar-kandidatur

Ítróttur > Effo deildin // Magasin
Í samstarv við FSF
05.03.2015 - 13:07

Ein tann royndasti leikarin hjá AB er miðvallarin Jobin Drangastein. Hann hevur verið við, síðani argjamenn fluttu upp í bestu deildina, og hann dylur ikki fyri, at AB ikki longur kann teljast millum niðurflytingarkandidatarnar.

AB hevur seinnu árini vunnið sær fast sæti í bestu deildini, men fyrstu royndirnar í Effodeildini vóru ikki tær bestu. Miðvallarin Jobin Drangastein er ein av lokalu kreftunum, sum hevur verið við, líka síðani AB á fyrsta sinni royndi seg í bestu deildini fyri sjey árum síðani.

– Eg havi verið við síðani í 2008, tá ið vit fluttu upp. Á liðnum í dag í mun til liðið, sum tá flutti upp, eru vit bara tríggir leikarar, sum hava verið við allatíðina. Tað eru Stenberg-beiggjarnir, Jónas og Heðin, og so eg sjálvur, greiðir Jobin Drangastein frá.

Hann sigur, at fyrstu árini lærdi man sera nógv, og at tað var ógvuliga trupult at fóta sær í bestu deildini. – Tað er eingin ivi um, at vit vóru eitt elevatorlið fyrstu árini. Tá snúði tað seg bara um at yvirliva í deildini, men nú hava vit verið í Effodeildini í trý ár á rað, so nú haldi eg, at man kann siga, at vit hava etablerað okkum í deildini, sigur Jobin Drangastein.

Sambært Jobin Drangastein hevur tað, at man nú hevur etablerað seg í deildini, við sær, at man kann seta sær størri ambitiónir.

– Nú kunnu vit stremba hægri. Í fjør gjørdust vit nummar átta í landskappingini, men eg haldi, at málið í ár kann vera, at vit skulu enda eini tvey pláss longri uppi á stigatalvuni. Vit skulu longur burtur frá hasi keðiligu niðurflytingarstrikuni, og eg haldi, at tað má vera eitt mál, at vit skulu liggja trygt á stigatalvuni alt kappingarárið, sigur hann.

Longri samrøða við Jobin Drangastein kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd.

Les blaðið her