Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Í EB/Streymi fara tey undir eitt nýtt kappingarár í bestu deildini við einum heilt øðrum málsetningi, enn man plagar at hava. Ein av royndaru leikarunum í hópinum, Arnar Dam, sigur, at meðan man seinnu árini altíð hevur strembað eftir gullinum, so snýr tað seg í ár um at yvirliva í Effodeildini.
23 ára gamli kollfirðingurin Arnar Dam hevur í fleiri ár verið partur av besta hópinum hjá EB/Streymi. Tey flestu árini hevur hann fyri tað mesta verið innskiftari, men í ár verður leiklutur hansara ein heilt annar á liðnum.
– Árið í ár verður heilt øðrvísi enn undanfarin ár. Hetta er ein nýggj byrjan, sum vit nú fara undir, sigur Arnar Dam og sipar til, at frágongdin í EB/Streymi hevur verið sera stór í vetur, og at so at siga allir teir stóru profilarnir eru farnir úr felagnum.
Í mun til kappingarárið í fjør hevur EB/ Streymur mist so kendar leikarar sum Rene Tórgarð, Hans Paula Samuelsen, Gert Hansen, Arnbjørn Hansen, Marna Djurhuus og Egil á Bø. Leikarar, sum allir hava verið fastir fúsir millum teir fyrstu ellivu hjá felagnum í mong ár. Harafturat er ivamál um landsliðsleikaran Jónas Tór Næs.
– Tað eru fáir eftir frá byrjunaruppstillingini í fjør, so eg vænti, at eg komi at hava ein nógv størri leiklut á liðnum í ár, tí nú eri eg knappliga ein tann royndasti í hópinum, sigur Arnar Dam, sum hevur spælt 91 ferðir á besta liðnum hjá EB/Streymi í bestu deildini.
Hann sigur seg vænta størri ábyrgd á liðnum í mun til undanfarin ár, har hann í stóran mun hevur verið brúktur til at fylla hol orsaka av skaðum og leikbannum.
Hann sigur, at tað tykist eisini sum um, at fólk kring felagið góðtaka støð una, sum hon er í løtuni. – Tey vænta ikki nógv av okkum, og vit kunnu í veruleikanum bara yvirraska. Men hetta er ein støða, sum man sjálvur hevur ábyrgdina av, at vit eru komin í. Nú noyðast vit at seta næstan eitt heilt lið við í einum, tá ið man undanfarin ár skuldi havt sett fólk við so líðandi. Tað skilja áskoðararnir, og tí liggur einki trýst á okkum, sigur Arnar Dam.
Longri samrøða við Arnar Dam kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd
Les blaðið her