Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Effodeildin í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

12.08.2017 - 11:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag eru fýra Effodeildardystir á skránni.

Klokkan trý tekur ÍF ímóti Skála. Hetta er ein avgerandi dystur fyri ÍF, av tí at teir bert hava 6 stig. Dysturin er eisini umráðandi fyri Skála. Vinnur Skála í dag, hála teir seg longur upp frá niðurflytingarstrikuni.

Ein annar dystur er eisini klokkan trý. Tá eru tað TB/FCS/Royn og B36, sum møtast við Stórá í Trongisvági. Vinnur B36, eru teir væl við aftur í ovara endanum.

Tveir dystir byrja klokkan fimm.

Í øðrum dystinum tekur HB ímóti NSÍ. HB hevur síðani summarsteðgin fingið vind í seglini. Teir hava vunnið á bæði Víkingi og KÍ. Um NSÍ vinnur koma teir upp á 36 stig og liggja á einum deildum fyrsta plássi við Víkingi.

Í hinum dystinum eru tað 07 Vestur og EB/Streymur sum møtast. 07 Vestur vann síðsta umfar á Skála, men liggja framvegis á næstaftasta plássi.

Í gjár spældu KÍ og Víkingur í Djúpumýru í Klaksvík. Liðini fingu hvør sítt mál, og dysturin endaði 1-1.

Støðan í Effodeildini: 
1. Víkingur (36 stig)*
2. NSÍ (33 stig)

3. KÍ (33 stig)*
4. B36 (29 stig)
5. HB (24 stig)
6. EB/Streymur (21 stig)
7. TB/FCS/Royn (20 stig)
8. Skála (17 stig)
9. 07 Vestur (14 stig)
10. ÍF (6 stig)

*Ein dyst fleiri