Effo-deildin liðugt: Klæmint Olsen hevur skorað 4 mál



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hanus Højgaard

15.09.2013 - 19:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fýra dystir eru í Effodeildini í dag. Vit fylgja gongdini í dystunum, sum eru hesir:


EB/Streymur - ÍF
B36 - Víkingur
NSÍ - KÍ
07 Vestur - TB



B36 - Víkingur 3-2

10 min. 0-1 Heðin Hansen
Tá tveir minuttir vóru farnir skallaði Heðin innlegg úr høgru í málið
Hálvleikur 1-1
Lukasz Cieslewicz hevur javnað fyri B36. Beint undan hesum rakti Lawal hjá B36 yvirleggjaran.
60 min. 1-1
B36 hevur verið nærmast við at skora, tí bólturin hevur aftur rakt yvirleggjaran hjá Víkingi.
75 min 1-2
Finnur Justinussen hevur lagt Víking framum.
90 min 3-2
B36 hevur skorað tvær ferðir. Fyrst var tað Lawal og so var tað sjálvmál.
Liðugt 3-2


NSÍ - KÍ 4-3

10 min. 1-0
Klæmint Olsen lagt NSÍ á odda eftir uppleg frá Jónhard Fredriksberg
25 min. 1-1
Hjalgrím Eltør hevur við góðum skoti javnað fyri KÍ.
30 min. 1-2
Páll Klettskarð hevur javnað fyri KÍ eftir at NSÍ-verjan hevði sløsað bóltin burtur.
Hálvleikur 1-3
Beint fyri hálvleik skoraði Ísak Simonsen beinleiðis upp á fríspark.
55 min. 2-3
Klæmin Olsen hevur við høvdinum minkað um munin eftir innlegg frá Árna Fredriksberg.
75 min. 3-3
Klæmint Olsen hevur nú skorað hat-trick og so er javnleikur í Runavík
90 min 4-3
Klæmint Olsen hevur skorað sítt 4. mál
Liðugt 4-3

EB/Streymur - ÍF 5-0

10 min. 0-0
Onki mál men stórir málmøguleikar til ÍF.
20 min. 0-0
Rene Tórgarð heldur EB/Streymi inni í dystinum, tí ÍF hevur nógvar møguleikar.
30 min. 1-0
Rógvi E. Nielsen hevur við langskoti undan vindinum lagt EB/Streym á odda.
40 min. 2-0
Gunnar Zachariassen hevur júst lobbað bóltin upp um Jákup Mikkelsen í ÍF-málinum til 2-0 til EB/Streym
Hálvleikur 2-0
ÍF hevur havt nógv fleiri møguleikar, men tað er EB/Streymur sum hevur skorað og gamalt var at tað eru málini sum telja.
55 min. 3-0
Leif Niclasen hevur skallað bóltin í ÍF-málið
56 min 4-0
Gunnar Zachariassen hevur lagt EB/Streym á odda 4-0 eftir misskiljing í ÍF-verjuni.
75 min. 5-0
Nú spælir EB/Streymur "innandura fótbólt" og Levi Hansen hevur skorað til 5-0
Liðugt 5-0

07 Vestur - TB 2-1

20 min. 0-1
Ndende hevur lagt TB á odda
Hálvleikur 0-1
TB má halda tørn, tí sum er fáa teir ikki hjálp frá NSÍ, sum er aftanfyri móti KÍ í Runavík
60 min. 0-1
80 min. 1-1
Holgar Durhuus hevur javnað.
Liðugt: 2-1
Í seinastu løtu skoraði Hørður fyri 07 Vestur eftir trunkaspæl.


1.deild
FC Suðuroy og B71 hava spælt í Vági og har vann heimaliðið 6-2 eftir 4-1 hálvleikinum. Patrik Johannesen 2, Reidar Joensen, Búði Egilson, Teitur Mortensen og Jón Krosslág Poulsen hava skorað fyri heimaliðið. Jóhan Hendrik Lydersen og Dan í Soylu hava skorað fyri B71.