Búi Egilsson (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Effodeildin: Málið er fyrst og fremst at yvirliva hjá FC Suðuroy

Ítróttur > Effo deildin // Magasin
Í samstarv við FSF
07.03.2015 - 09:01

Hjá uppflytarunum úr FC Suðuroy er málið í ár fyrst og fremst at yvirliva. Men ein av ungu og evnaríku leikarunum á liðnum, Búi Egilsson, heldur, at útlendsku leikararnir, ið eru á veg til felagið, koma at hava avgerandi týdning.

Seinast FC Suðuroy var í bestu deildini var í 2012, og tað var eitt ógvuliga tungt kappingarár fyri liðið úr sunnara parti av Suðuroynni. FC Suðuroy endaði aftast í kappingini við heili fimtan stigum upp til næstaftasta liðið, og tað var longu tíðliga í kappingarárinum, at niðurflytingin varð staðfest. Soleiðis skal tað ikki ganga í ár, hóast málsetningurin hjá felagnum í fyrstu atløgu bert er at yvirliva í deildini.

Búi Egilsson var bert 16 ár, tá ið FC Suðuroy var í Effodeildini seinast, og tá fekk hann bert nakrar heilt fáar dystir á liðnum. Í ár er leiklutur hansara ein heilt annar, tí ivaleyst verður hann fastur fúsur millum teir fyrstu ellivu.

– Eg haldi, at tað sær nokk so gott út hjá okkum. Vit hava spælt nakrar venjingardystir, og tað gongur rætta vegin. Í venjarakappingini spældu vit móti ÍF, sum vit eftir mínum tykki spældu fult upp við, og so spældu vit móti HB, sum var ein klassa betur enn vit, greiðir Búi Egilsson frá.

Sum áðurnevnt er málsetningurin hjá FC Suðuroy fyrst og fremst at yvirliva í deildini, og sambært Búa Egilsson skal tað gerast við at koppa serliga TB og EB/ Streymi.

– Nú havi eg sæð EB/Streym spælt, og eg haldi, at vit eiga at fáa níggju stig móti teimum. Móti TB er tað altíð ringt at spáa, tí tað blívur ofta meiri ein bardagi enn ein fótbóltsdystur, men tað eru fyrst og fremst tey bæði liðini, ið vit skulu halda aftan fyri okkum. Men so skulu vit eisini klára at skava nøkur stig saman vesturi á Eiðinum móti liðum, sum liggja miðskeiðis á stigatalvuni. Til dømis spældu vit fult upp við ÍF í venjarakappingini, og til dømis móti teimum kunnu vit taka stig á heimavølli. Eg trúgvi ikki, at vit kunnu gera tað heilt stóra við B36, Víking og HB, tí tey verða ovastu liðini, men tað taka vit, sum tað kemur, sigur hann.

Longri samrøða við Búa Egilsson kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd.

Les blaðið her