Àrni Frederiksberg gjørdist matchvinnari í yvirtíðini í Sarpugerði.

Effodeildin: NSÍ avgjørdi í seinastu løtu - B36 smurdi KÍ av

Agnar Frederiksen

18.06.2017 - 21:21

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fýra útisigrar og ein heimasigur, bæði oddaliðini taptu á heimavølli, HB tapti í Gundadali ímóti Skála, ÍF er heilt einsamalt í botninum og TB/FC/Royn liggur í løtuni á einum Europa League-plássi. 13. umfar í Effodeildini var fult av óvæntaðum úrslitum, og eftir dystirnar í dag er stigatalvan meira greið.

Tað sigst, at NSÍ so at siga ikki vinnur ímóti Víkingi. Og so slett ikki í Sarpugerði. Men í dag mótprógvaði NSÍ hesum, tá teir gulu fóru úr aftur Norðagøtu við øllum trimum stigunum. Víkingur hevði veteranarnar og leiðararnar Atla Gregersen og Fróða Benjaminsen við aftur, og heimaliðið byrjaði eisini betri. Eftir 10.minuttir breyt Sølvi Vatnhamar ígjøgnum í vinstru síðu, hann kom inn í brotsteigin, legði útfrá til Adeshina Lawal, ið prikaði bóltin í málið. Lawal hevði ein gyltan møguleika til at økja, tá hálvur tími varð leiktur. Vìkingur fekk brotsspark, men Símun Rógvi Hansen bjargaði skotinum frá áleyparanum. Eftir ein ferðmiklan og inntensan fyrra hálvleik var Vìkingur á odda. 2.hálvleikur var ørvísi. NSÍ kom sera væl út aftur, og stutt inn í 2.hálvleik skoraði Klæmint A. Olsen enn eitt mál við høvdinum, eftir eitt framúr innlegg frá Einar Tróndargjógv. Eftir hetta dovnaði dysturin eitt sindur. Ikki teir stóru møguleikarnir, og bæði liðini tóktist nøgd við javnleik. Men í yvirtíðini fær Àrni Frederiksberg bóltin. Staddur smáar 25 metrar frá málinum, eitt sindur til høgru smekkar hann bóltin niður í nærmasta horn, og so var 2-1. Harvið eru NSÍ nú bara tvey sig aftanfyri Víking og KÍ, og Víkingur taptu fyri fyrstu ferð í ár í Effo-deildini.

KÍ tapti eisini fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár. Og talan gjørdist um eitt stórtap. B36 setti av álvara klaksvíkingar uppá pláss við Djúpumýru. Havnarmennirnir vóru aggresivir og spældi við høgum inntensiteti. Harafturat vóru teir kyniskir og effektivir. Eftir átta minuttir skallaði Oddmar Færø bóltin í mál eftir gott frísparksinnlegg frá Róaldi Jakobsen. Tíggju minuttir seinni skoraði B36 eftir góða umstilling. Philip Lund gjørdi eina góða fríspæling til Lukaz Cieslewicz, ið elegant sendi bóltin framvið Kristian Joensen. Tá hálvur tími var leiktur gjørdist tað 3-0. Bólturin stakk til Benjamin Heinesen, ið gjørdist púra fríur, og hann var tryggur. KÌ hevði annars nakrar góðar støður og møguleikar, men B36 hevði effektivitetin. Tá tjúgu minuttir vóru eftir økti Erlendur Magnusson til 4-0, eftir at Kristian ikki helt einum skoti frá Philip. Innskifti Albert Adu minkaði beint aftaná eftir gott uppspæl í vinstru, men innskifti Hannes Agnarsson punkteraði lítlu vónina hjá KÌ beinavegin, tá hann smekkaði ein leysan bólt í málið frá brotsteigarmarkinum. 5-1 í Klaksvík, og B36 fekk víst, at teir eru betri enn hvat stigatalvan sigur. Við ágrýtni og ágangdi spælið gjørdi teir tað trupult fyri KÍ allar 90 minuttirnar. 

Tað sær alsamt tyngri út fyri ÍF. Ì dag fóru fuglfirðingar av vøllinum uttan stig fyri fimmtu ferð á rað. EB/Streymur fór avstað við øllum stigunum í Fuglafirði í dag, hóast tað leingi sá út sum um, at tað fór at enda við javnleiki. Vit frættu í Fuglafirði at liðini áttu hvør sín hálvleik: Ì fyrra hálvleiki var EB/Streymur betri, men í seinna hálvleiki var ÍF omaná Leif Niclassen legði EB/Streym á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Bogi-Reinert Petersen javnaði tíðliga í seinna hálvleiki, men tað skal ikki eydnast hjá ÍF. Tá fimm minuttir vóru eftir avgjørdi U19-landsliðsleikarin Niklas T. Kruse dystin. Trý umráðandi stig fyri sundalagsmenn, meðan ÍF nú hevur sjey stig upp til niðurflytingarstrikuna. 

Skála vann sera óvæntað í Gundadali. HB kom á odda eftir 5 minuttir, tá Sebastian Pingel skoraði. Hóast HB hevði yvirvág, so javnaði Skála stutt fyri hálvleik. Nú høvdu skálamann eitt úrslit, ið teir kundu vera nøgdir við, men tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum gjørdist tað uppaftur betri. Jákup Johansen legði Skála á odda 2-1, og tann støðan helt. Eitt sera skuffandi úrslit fyri HB, ið tapti fyri fyrstu ferð á heimavølli í ár. Samstundis vunnu TB/FCS/Royn og B36, so HB datt niður á 6.pláss. Við sigrinum kom Skála uppum niðurflytingarstrikuna.
  
Hóast TB/FCS manglaði tveir lyklaleikarar, og 07 Vestur kom á odda tíðliga, so gjørdist tað ein góður dagur fyri heimaáskoðarnar við Stóra. Tòr-Ingar Akselsen legði vágamenn á odda næstan beinavegin, men stut fyri hálvleik javnaði Jón Krosslá Poulsen. Búi Egilsson hevur verið í stórformi í seinastuni, og í 2.hálvleiki avgjørdi hann dystin fyri suðuroyingar við tveimum málum. Búi hevur nú skorað 6 mál seinastu tríggjar dystirnar. TB/FCS/Royn er á einum Europa League plássið, nú kappingin so at siga er komin í helvt. Hinvegin so er 07 Vestur aftur undir strikuni.


Víkingur - NSÍ (1-2)
Adeshina Lawal 1-0
Klæmint A. Olsen 1-1
Árni Frederiksberg 1-2

KÍ - B36 (1-5)
Oddmar Færø 0-1
Lukasz Cieslewicz 0-2
Benjamin Heinesen 0-3
Erlendur Magnusson 0-4
Albert Adu 1-4
Hannes Agnarson 1-5

ÍF - EB/Streymur (1-2)
Leif Niclasen 0-1
Bogi Reinert Petersen 1-1
Niclas Kruse 1-2

HB - Skála (1-2)
Sebastian Pingel 1-0
Brian Jacobsen 1-1
Jákup Johansen 1-2

TB/FCS/Royn - 07 Vestur (3-1)
Tór-Ingar Akselsen 0-1
Jón Krosslá Poulsen brotsspark 1-1
Búi Egilsson 2-1
Búi Egilsson 3-1


Støðan eftir 13 umfør
1. Víkingur (26 stig)
2. KÍ (26 stig)
3. NSÍ (24 stig)
4. TB/FCS/Royn (19 stig)
5. B36 (17 stig)
6. HB (17 stig)
7. EB/Streymur (14 stig)
8. Skála (13 stig)
9. 07 Vestur (11 stig)
10. ÍF (6 stig)

Fríggjakvøldið(23/6) verður seinasta umfar fyri summarsteðgin leikt. Tá eru dystirnir hesir: 

EB/Streymur-B36
ÍF-KÍ
Skála-NSÍ
TB/FCS/ROYN- HB
07 Vestur- Víkingur