Jann Martin Mortensen (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Effodeildin: NSÍ skal spæla upp við toppliðini

Ítróttur > Effo deildin // Magasin
Í samstarv við FSF
05.03.2015 - 21:34

At NSÍ í fjør vann sær pláss í europeiskum fótbólti í ár, hevði við sær, at bæði leikarar og fólk kring felagið annars vóru sera væl nøgd við árið. Ein av royndu leikarunum hjá runavíkingum, Jann Martin Mortensen, sigur, at røkkur man tí sama í ár, er man eisini nøgdur, men helst skal man í størri mun spæla upp við toppliðini.

Tey vóru ikki mong, sum undan farna kappingarári væntaðu tað stóra av NSÍ. Men runavíkingar høvdu eitt stak gott ár, og tá ið avtornaði stóðu teir eftir við einum europeiskum atgongumerki, so at NSÍ í ár skal luttaka í Europa League.

Jann Martin Mortensen hevur verið á besta liðnum hjá NSÍ í samfull 10 ár, og hann er væl nøgdur við gongdina í felagum.

– Vit høvdu eitt gott ár í fjør, eingin ivi um tað. Øll vóru nøgd við úrslitið, og tað er eisini nøktandi, um vit røkka tí sama í ár. Vit hava nakrar broytingar í hópinum, tí Andy Olsen og Sjúrður Jacobsen hava skift til ÍF, meðan Jústines R. Hansen er givin. Hinvegin hava vit fingið tilgongd av Hákun Edmundsson og Jónleif Højgaard úr B68 og Johan Jacobsen úr KÍ, og Andras Frederiksberg er komin av Skála. Í ár er Pól Johannus Justinussen so eisini við frá byrjanini av kappingarárinum, so hópurin er eitt sindur breiðari í ár, sigur Jann Martin Mortensen.

Hann sigur, at umframt áðurnevndu leikarar eru fleiri ungir og spennandi leikarar á veg, so tað sær gott út.

– Tað er nógv spennandi leikaratilfar á veg úr ungdómsdeildunum, og teir ungu leikararnir í hópinum hava nú fingið eitt sindur meiri av royndum, sigur Jann Martin Mortensen.

Hóast teir í NSÍ høvdu verið nøgdir við at endurtikið úrslitið frá í fjør, so dylur Jann Martin Mortensen tó ikki fyri, at teir gjarna vilja stremba eitt sindur hægri.

Longri samrøða við Jann Martin Mortensen kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd.

Les blaðið her