Høgni Eysturoy (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Effodeildin: Spælistílurin hjá B36 er eitt sindur broyttur

Ítróttur > Effo deildin // Magasin
Í samstarv við FSF
07.03.2015 - 14:26

Føroyameistararnir úr B36 skulu royna at endurvinna meistaraheitið við einum nýggjum manni í venjarasessinum. Eyðun Klakstein hevur tikið við eftir Sámal Erik Hentze, og sambært verjuleikaranum Høgna Eysturoy hevur tað við sær, at spælistílurin hjá B36 er eitt sindur broyttur.

Í ár gekk alt upp í eina hægri eind hjá B36, sum legði seg á odda í kappingini tíðliga í kappingarárinum, og har bleiv man verandi heilt til endanum av árinum, og føroyameistaraheitið varð tryggjað. Men í ár væntar Høgni Eysturoy, at tað verður munandi truplari at enda ovast á stigatalvuni.

– Eg vænti, at tað verður nógv meiri trupult at endurvinna FM-heitið, enn tað nakrantíð áður hevur verið, men vit fara at so at royna, sigur ungi bakkurin.

Høgni Eysturoy greiðir frá, at hópurin hjá B36 í ár er á leið tann sami, sum hann var í fjør. Nakrar broytingar eru við leikarum, sum eru farnir og komnir, men sum heild heldur hann, at hópurin hevur somu styrki sum í fjør.

– Tað sær hampiligt út. Vit hava fingið Hans Paula Samuelsen úr EB/Streymi, og so er Ibrahim Camara komin úr B68. Harafturat er Robert Heðin Brockie við aftur, eftir at hann var burtur stóran part av árinum í fjør. Hinvegin hava vit sagt farvæl við Lawal ,sum er farin til ÍF, Símun Joensen er farin til Klaksvíkar, og so eru Klæmint Matras og Rógvi Poulsen heldur ikki við í ár, greiðir Høgni Eysturoy frá.

Ein onnur markant broyting hjá B36 er, at venjarin er skiftur út. Stutt eftir at kappingin var lokin í fjør, boðaði Sámal Erik Hentze frá, at hann noyddist at siga venjarastarvið frá sær, og stutt fyri jól skrivaði B36 so undir sáttmála við klaksvíkingin Eyðun Klakstein um at taka sær av besta liðnum.

Spurdur hvat hann væntar sær av kappingarárinum í ár, sigur Høgni Eysturoy, at hann væntar sær eina óvanliga tætta kapping.

– Tað verður truplari at endurvinna føroyameistaraheitið í ár, enn tað nakrantíð áður hevur verið. Eg trúgvi í veruleikanum, at tað eru seks lið, sum hava møguleika fyri at enda ovast, tá ið kappingarárið er liðugt. Eg trúgvi, at Víkingur, vit, HB, NSÍ, KÍ og ÍF øll kunnu vinna FM, sigur hann.

Longri samrøða við Høgna Eysturoy kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd.

Les blaðið her