Meinhard Joensen. (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Effodeildin: Stórur spenningur í Klaksvík

Ítróttur > Effo deildin // Magasin
Í samstarv við FSF
06.03.2015 - 12:13

Í Klaksvík er spenningurin stórur undan byrjanina uppá kappingarárið 2015. Tað er ikki minst nýggi venjarin, Mikkjal Thomassen, sum gevur klaksvíkingum góðar vónir um eitt gott ár hjá KÍ. Tað heldur royndi málverjin hjá KÍ, Meinhard Joensen.

Fótbóltsfepur er altíð í Klaksvík, men í ár tykist fepurin verða eitt sindur størri, enn hann plagar at verða. Bjartskygni er stórt til nýggja kappingarárið, tí sambært Meinhard Joensen tykjast klaksvíkingar verða klárir til at lyfta KÍ upp aftur í toppin í føroyskum fótbólti.

Stutt eftir, at farna kappingarár var farið aftur um bak, boðaði KÍ frá, at felagið hevði skrivað sáttmála við fyrrverandi gullvenjaran hjá B36, Mikkjal Thomassen. Og tað er einki at ivast í, at valið fall í góða jørð hjá kræsnu KÍ-fjepparunum, heldur Meinhard Joensen, málverji hjá KÍ.

– At vit hava fingið Mikkjal norð er fallið í góða jørð. Tað er eingin ivi um tað, og tað eru fleiri orsøkir til tað. Hann hevur víst, at hann kann føra eitt lið til toppin í føroyskum fótbólti, og hann er ein venjari, sum tað er stór virðing um, sigur Meinhard Joensen.

Sjálvur hevur Meinhard Joensen roynt at vunnið føroyameistaraheitið í B36, og hann veit tí, hvussu stuttligt tað er at vera við í toppinum. Men tað vita teir flestu á KÍ-liðnum ikki, og sambært Meinhardi er tíðin nú komin, at potentialið í KÍ skal forloysast.

– Vit hava skift eitt sindur út í hópinum. Vit hava mist Álv Christiansen, Johan Jacobsen og Bárð Heinesen, men so hava vit fingið Atla Danielsen við aftur, og harafturat eru Evrad Ble og amerikumaðurin Mayowa komnir til. So hópurin er minst líka sterkur, og kanska onkur styrkur kemur afturat. Men tað, sum tað fyrst og fremst ræður um hjá okkum nú, er at fáa forloyst tað potentialið, sum liggur í felagnum, sigur Meinhard Joensen.

Hann sigur, at spælararnir í KÍ vilja so ótrúliga fegnir lyfta felagið longur upp á stigatalvuna, og hann trýr eisini, at tað ber til, sjálvt um tað verður trupult.

Longri samrøða við Meinhard Joensen kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd.

Les blaðið her