Sølvi Vatnhamar (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Effodeildin: Víkingur er klárur at bjóða av í FM-stríðnum

Ítróttur > Effo deildin // Magasin
Í samstarv við FSF
04.03.2015 - 20:59

Landsliðsleikarin Sølvi Vatnhamar dylur ikki fyri, at Víkingur í ár hevur ætlanir um at bjóða av heilt har frammi í oddinum í Effodeildini.

Fleiri serfrøðingar hildu í fjør, at Víkingur hevði góðan møguleika at gerast føroyameistari. Soleiðis bleiv tað nú ikki, og ein av høvuðsorsøkunum til tað var, at tað gekk ikki eftir vild hjá Víkingi í fyrru hálvu, meðan tað gekk sum eftir ánni eftir summarsteðgin.

– Vit høvdu eina tunga byrjan í fjør, og tí hava vit í ár fokus á, at vit verða heilt klárir, tá ið kappingin fer í gongd í ár. Tí hóast vit høvdu ein sera góðan stima í fjør, so vóru vit ongantíð av álvara við í oddinum, sigur landsliðsleikarin Sølvi Vatnhamar.

Hann heldur, at Víkingur í fjør misti alt ov nógv býtt stig móti á pappírinum “løttum” mótstøðuliðum.

– Tað vóru dystir, sum vit skulu vinna, ið vit mistu ov nógv í. Innanhýsis móti teimum ovastu liðunum vóru vit púra javnir, sigur hann.

Sambært Sølva hava teir í Víkingi verið í gongd við venjing síðani stutt eftir kappingarlok í fjør, og teir hava stillisliga bygt upp fram móti byrjanini av nýggja kappingarárinum, tá ið teir skulu vera 100 prosent klárir.

Spurdur hvat hann væntar sær av kappingini í ár, sigur Sølvi Vatnhamar, at hann væntar eina sera tætta kapping.

– Eg haldi, at tað eru øgiliga nógv lið um boðið í ár. Eg havi enn nokk so trupult við at meta um til dømis KÍ og NSÍ, og so haldi eg eisini, at ÍF hevur eitt spennandi lið. Men eg vænti tó, at tey trý, sum vóru fremst í fjør, altso vit, B36 og HB, koma at liggja har aftur í ár.

Kanska fara eitt ella tvey av hinum lið­ unum eisini at blanda seg, sigur hann.

Sølvi Vatnhamar dylur ikki fyri, at fólk í Gøtu og Leirvík vænta sær nógv av liðnum í ár.

– Tey vænta sær nógv av okkum í ár, og sjálvir halda vit eisini, at vit kunnu bjóða av í kappingin um gullið. Gamaní hava vit mist Hall Hansson, og tað er sjálvandi ein stórur missur, men vit hava so eisini fingið Gert Hansen inn, og so verður Andreas Lava Olsen við í alt ár, so hópurin er líka breiður í ár, heldur hann.

Longri samrøða við Sølva Vatnhamar kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd.

Les blaðið her