Effo-leikarin: Bárður Jógvansson Hansen

Høgni Midjord

25.07.2015 - 07:39

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Effo-leikarin hesa vikuna er Bárður Jógvansson Hansen. 

23 ára gamli vongbakkurin hevur verið stinnur í Víkingi seinastu árini. Víkingur hevur seinastu 3 árini vunni steypakappingina í føroyskum fótbólti, og Bárður hevur verið við í øllum hesum finalunum. Seinast, ímóti HB, legði Bárður upp til málið, ið vísti seg at verða ta málið, ið gjørdi, at Víkingur gjørdist steypavinnari.

Hann hevur spælt tilsamans 159 dystir í bestu føroysku deildini, og hevur skoti 12 mál. Hansara avrik seinastu árini, hava nú ført til, at hann er úttikin til A-landsliðið seinastu dystirnar, og hevur fingið sínar fyrstu minuttir, nú Føroyar vunnu á Grikkalandi herfyri.

Pláss á vøllinum: 

Høgri bakkur

Hvussu fyrireikar tú teg á leikdegnum?

Eg fari tíðliga upp og eti ein orduligan morgunmat. Eg skal helst ikki vera alt ov stillur gjøgnum dagin, so eg taki ein spadseri túr ella tveir. Seinasta lagi 3 tímar áðrenn dysturin byrjar, fái eg mær eina góða máltíð. Tá ein góður tímið er eftir til kick-off, koyri eg mínar oyrabúffar uppá - Nephew for frá eina løtu, og so er man um at vera klárur.

Hvat eru tínir kjarnu-førleikar sum leikari?

Skjótleikin og innleggini, og so kanska sum heild dirvið at koma niðan við so ofta sum gjørligt.

Hvat er tann størsta løtan í fótbólti?

Higartil er størsta løtan sigurin á Grikkalandi herfyri. Hettar vóru mínir fyrstu minuttir á landsliðinum, og eg kann ikki annað enn siga, at tað var ein dreymabyrjan á landsliðinum.

Hvat er tann keðiligasta løtan?

Havi tíbetur havt øðiliga fáar keðiligar løtur í fótbóltinum. Eina keðiliga løtu minnist eg tó væl, tað var í 2010, tá ið vit í evstu løtu av 27. umfarið mistu Europa League sessin mótir ÍF.

Besti dystur?

Besti dystur er heilt sikkurt Europa League dysturin á Alfheim stadion í Tromsø í fjør. Her skrivaðu vit í Víkingi okkum inn í Føroysku søgubøkurnar.

Besti viðleikari?

Tað stendur ímillum mín trúfasta lærumeistara vinstrumegin meg, Atli Gregersen, og generalin á miðjuni Hans Jørgen Djurhuus.

Hvør hevur havt mest ávirkan á teg sum leikari gjøgnum tíðirnar?

Eg havi havt nógvar dugnaligar venjarar gjøgnum árini, sum hava lært meg eina rúgvu. Eisini hevur stuðulin heimanífrá havt ótrúliga stóran týdning, so eg vil siga, at tað er ein blanding av teimum báðum tingunum.

Hvat er tann minningarríkasta løtan í fótbólti, sum heild.

Grikkalandsdysturin, Tromsø dysturin og sum heild allar steypafinalurnar eru tær minningaríkastu løturnar.

Fótbólts-fyrimynd?

Jóan Petur Olsen

Hevur tú nøkur góð ráð til ungar leikarar?

Gev 110% til hvønn dyst og hvørja venjing og ger tingini orduligt.