Effoleikarin - Christian Restorff Mouritsen

Høgni Midjord

15.08.2015 - 07:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

 26 ára gamli miðvallarin hjá HB, Christian Restorff Mouritsen, er ein av teimum royndastu leikarunum í HB. Hann hevur síðan 2008 leikt í bestu føroysku deildini. Áðrenn hetta, hevur hann verið uttanlanda, har hann hevði kontrakt við stórfeløgunum Manchester City og Newcastle United.

Hann var ein av høvuðsorsøkunum, at HB megnaði at vinna FM í 2013. Hetta árið skoraði hann 10 mál, umframt at hann legði upp til eina ørgrynnu av málum.

Í ár og serliga í fjør, hevur hann verið raktur av skaðum, ið hava hildi hann úti stóran part av kappingarárinum. Hetta hevur helst eisini verið við til, at gongdin hjá HB ikki hevur verið eftir vild, har man serliga hevur sakna veingir, sum Christian.

Vit spurdu Christian nakrar spurningar:

Hvussu fyrireikar tú teg á leikdegnum? 

Fyrireiking til ein dyst er ígjøgnum alla vikuna. Á leikdegnum eti eg ein góðan bita saman við HB hópinum og slappi totalt av fyri at hava fokus á rætta stað tá dysturin byrjar.

Hvat eru tínir kjarnuførleikar sum leikari?

Hugsa fótbólt og at síggja møguleikar v/einari góðari dribbling av og á :)

Hvat er tann størsta løtan í fótbólti? 

Tær eru so nógvar. Men at fáa sáttmála við Man City sum 16 ára gamal, tað er heilt sikkurt ein av teimum.

Hvat er tann keðiligasta løtan?

Allar løtur har man hevur havt skaða og ikki kunnu spælt.

Besti dystur?

Besti dystur er ringt at seta finurin á. Men stuttligastu dystirnir mugu nokk vera 1-0 sigurin á Russlandi við U21 og 1-0 sigurin á Danmark við U17.

Besti viðleikari? 

 Fótbóltur er ein lið ítróttur, so tað má vera alt HB liðið.

Hvør hevur havt mest ávirkan á teg sum leikari gjøgnum tíðirnar? 

Pápi mín hevur nokk havt tær mestu løturnar á vøllinum saman við mær. Annars má tað vera familjan hjá mær. 

Fótbólts-fyrimynd?

Zinedine Zidane

Hevur tú nøkur góð ráð til ungar leikarar?

Venja nógv og hugsa fótbólt. Tað handlar bara um at vera 1-2 skritt frammanfyri í øllum man ger.