Frá 1996-2018. Nú sigur Arséne Wenger farvæl til Arsenal (Mynd: EPA)

Eftir næstan 22 ár: - Hetta er rætta tíðin at gevast

Agnar Frederiksen

20.04.2018 - 15:13

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hann kom úr Japan í 1996. Tá var hann eitt eitt púra óskrivað blað í enskum fótbólti. Langi, klæni venjarin, tá við stórum rundum brillum, úr Fraklandi, hevði vunnið League 1 við Monaco átta ár frammanundan, men hann hevði ikki havt nakra glæsiliga yrkisleið sum leikari, og tað varð stórur ivi sáddur um, hann kundi føra Arsenal uppá tindin.

Næstan 22 ár eru liðin, síðani at tað stóð “Arséne Who” á forsíðuni í einum bretskum blaðið, og í morgun boðaði Arséne Wenger frá, at hetta er hansara seinasta kappingarár við róðrið hjá liðinum frá London. Í einum skrivi á heimasíðu felagsins segði Wenger, at eftir nógva umhugsan og dialog við felagið følir hann, at hetta er rætta tíðin hjá honum at gevast í starvinum. Í skrivinum ber 68-ára gamli Wenger eisini fram takksemi yvirfyri leikarum, áskoðarum og øllum rundaum felagið. Og hann skrivar, at hann er takksamur fyri framíhjárættin at tæna felagnum í so nógv minnilig ár.

Nógv er broytt síðani 1996. Tað var skjótt at ivandi røddirnar tagnaðu, og Arsene Wenger og Arsenal nærum gjørdist til eitt. Arsenal vann The Double í 1998 og aftur í 2002. Í 2004 vann Wenger sítt triðja Premier League-heiti, og tað við manér: Liðið fór ósigrað ígjøgnum Premier League. Tá sá tað ikki út til, at Arsenal fór av tindinum í nærmastu framtíð, men frá 2004 gingu tað heili níggju ár, til Arsenal vann eitt steyp aftur. Fleiri av lyklakleikarum hjá “The Invincebles” fóru úr felagnum í árunum eftir framúr góða kappingarárið. Leikarar sum Patrick Viera, Thierry Henry, Robert Pirés  og Ashley Cole vórðu seldir, og leikarar sum Sol Campbell, Gilberto Silva og Dennis Bergkamp eldust og dalaðu í støði. Arsenal kom tó allan vegin til Champions League finaluna í 2006, men tapti 2-1 fyri Barcelona.

Vantandi íløgur í nýggjar leikarar, ein dýrur nýggjur leikvøllur, frustratión og ein rúgva av pínligum avrikum hava millum annað mynda Arsenal síðani 2003-2004 kappingarárið. Eisini seinastu tíðini, hóast Arsenal hevur vunnið FA Cup tríggjar ferðir seinastu fýra árini. Ein rúgva av fjepparum hava ynskt Wenger burtur, men tað er helst eingin ivi um, at komandi tíðina fara fjepparar hjá felagnum og onnur at heiðra hann. Fleiri persónligheitir innan fótbóltsheimin hava longu borið fram útsagnir við virðing um venjaran , ið hevur vunnið Premier League tríggjar ferðir og FA Cup heili 7 ferðir. Millum annað hevur Gary Neville sagt, at Wenger sannliga hevur uppiborið ein virðiligan enda, og at Arsenal-liðið sum vann The Double í 1998, er tað besta enska liðið, ið hann hevur spælt ímóti.

Arséne Wenger skal sita á venjarabonkinum fyri Arsenal fimm Premier League dystir afturat. Seinasti heimadystur hjá legandariska venjaranum verður 6.mei ímóti Burnley. Áðrenn tann dystin verður greitt, um Arsene Wenger fær ein “eyka” dyst sum venjari hjá liðnum frá norðara parti av London. Arsenal skal hitta Atletico Madrid í hálvfinaluni í Europa League. Hóast Arsenal, sum nú liggur nummar 6 í Premier League, ikki kann koma í topp-fýra, so kann Wenger tryggja sínum liðið pláss í Champions League komandi ár, og enda sína tíð við at vinna eitt evropeiskt steyp. Núverandi kappingarár er fyrsta kappingarár, har Arsene Wenger ikki hevur fingið sítt Arsenal til Champions League.

Tann sympatiski venjarin endaði sína útsøgn í morgun við at heita á allar Arsenal-fjepparar um at stuðla liðnum í royndini at enda árið væl, og at øll sum elska Arsenal skulu taka sær av grundvirðunum í felagnum. Og so hesi orðini heilt til endans:

 
"My love and support forever."