Eftirlýsti Anis Amri (Mynd: EPA)

Eftirlýsti maðurin leitaði eftir upplýsingum um bumbuframleiðslu

Ingi Samuelsen

22.12.2016 - 07:44

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Hin høvuðsmistonkti eftir hópdrápið á jólamarknaðinum í Berlin, tunesiski Anis Amri, leitaði á internetinum eftir uppskriftum at framleiða spreingievni. Hann hevur eisini samskifti við IS.

Tað er New York Times, sum kemur við upplýsingunum um 24 ára gamla mistonkta. Hann skal hava roynt at samskifta við víðgongda yvirgangsfelagsskapin minst eina ferð, og hann var eisini á einum lista yvir persónar, sum hava bann móti at flúgva til USA, skrivar ein ónevndur tænastumaður fyri blaðnum.

Sambært løgregluni hevur Amri brúkt heili seks ymisk nøvn og tríggjar ymsar tjóðskapir ta tíðina hann hevur búð í Týsklandi.

Týski ákærumyndugleikin lovar 900.000 krónur í finningarløn til tey, ið koma við upplýsingum, sum kunnu føra til, at maðurin verður handtikin. Hann verður lýstur at vera vápnaður og vandamikil. Hann flýggjaði at staðnum eftir at hava dripið 12 fólk og sært 48. Millum tey deyðu er polski bilførarin, ið varð funnin skotin og stungin í bilinum, sum varð brúktur til illgerðina. Samleikapappírini hjá Amri vórðu funnin í lastbilinum.

Tunesarin kom til Týsklands í fjør, men skuldi vísast úr landinum eftir at hann umsókn hansara um friðskjól varð víst aftur.