Eg eri klárur!

Steinar Patursson

06.11.2016 - 19:57

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað sigur Dánial Gomez Guðjonsson, sum í kvøld skal á pallin til finalukvøld í HM í karaoke í Vancouver, Kanada.

Dánial var millum 11 teir bestu framførararnar til bæði innleiðandi umførini, ið vóru í gjár og fyrradagin, og hann hevur sostatt fingið pláss í finalukvøldinum, ið verður í kvøld kl. 23.

Tíverri gjørdist Sofía Juel Rasmussen ov stutt, og tað gjørdist tí ikki til eitt finalupláss hjá henni.

Kvøldið í kvøld er annars skipað soleiðis, at fyrst verður eitt slag av hálvfinalu, har allir luttakararnir framføra ein sang í part. Síðani skulu finalistarnir finnast, ið so framføra ein sang í part, áðrenn vinnarin verður funnin.

Í kvøld hevur Dánial valt at framføra All I want hjá Kodaline, og vónirnar eru góðar.

- Eg havi nervar, har eru nógvir dugnaligir sangarar við hjá monnunum, men eg geri sum eg plagi, og so gongur tað nokk, sigur Dánial.

- Tað verður smíl og dansur og so fari eg at hugna mær. Góðan energi og smílandi sang! sigur hann.

Paula Danielsen var í fjør í finaluni hjá kvinnunum, har tað gjørdist til eitt 2. pláss. Møguliga fer Dánial at endurtaka føroyska bragdið - ella tað, ið betri er.

Finalan byrjar kl. 23 í kvøld, og kann síggjast beinleiðis her.

Sí eisini: Video: Dánial sang seg víðari í hálvfinaluna í karaoke