Mynd: listinblog.blogpost.com

- Eg kann nokk klára at skaffa hassj - tað er eingin dokumentatión

Sverri Egholm

04.03.2018 - 21:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

- Eg kann gott siga fyri øllum Føroya fólki beint nú: Eg kann nokk klára at skaffa tykkum ein klump av hassj um tit vilja hava. Tað er einki ólógligt í at siga hatta har. Hatta dokumenterar yvirhøvur ikki nakað sum helst.

Tað segði Øssur Winthereig útvarpssendingini í Nón í vikuni. Í Eygleiðingini greinaðu Kári Mikkelsen og Øssur Winthereig, journalistar, málið um Bjarna Hammer, sum er lagdur undir at selja hassj.

Øssur Winthereig finst at Sosialinum fyri manglandi dokumentatión.

- Á forsíðuni stendur "Bjarni Hammer: Vildi skaffa hassj til ungar kvinnur". Men fert tú inn í blaðið at hyggja hvat tey skriva úr einari telefonsamrøðu stendur “Kann nokk klára”. Tað er einki ólógligt í tí, vil Øssur Winthereig vera við.

- Tað kann gott vera, at hann hevur gjørt tað, eg veit ikki, men dokumentatiónin stendur ikki í blaðnum í hvussu er.

Hoyr orðaskiftið her

Les eisini: Blaðstjóri á Sosialinum: Vit hava 100 prosent dokumentatión fyri hesum

Les eisini: Sosialurin: Bjarni Hammer segði seg kunna skaffa hassj til unga kvinnu