Mark Clattenburg (Mynd: EPA)

- Eg lat Tottenham tapa meistaraheitið

Ari av Rana

04.12.2017 - 16:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá Tottenham varð á vitjan á Stamford Brigde 2. mai 2016, var neyðugt við einum sigri, fyri at hava nakran møguleika at hála inn á Leicester City og at gerast Premier League meistarar fyri fyrstu ferð.

Dysturin er nú kendur fyri at verða ein tann harðasti dystur í Premier League søguni. Eftir at hava verið á odda 0-2, megnaði Chelsea at skora tvey mál í seinna hálvleiki, og bresta dreyminum hjá Tottenham.

Níggju Tottenham leikarar fingu víst gula kortið í dystinum, og nú fortelur dómarin tann dagin, Mark Clattenmburg, at hann ikki vildi geva nøkrum reyða kortið.

Clattenburg hevði sett sær fyri áðrenn dystin, at um Tottenham tapti, so skuldi hann ikki hava skyldina fyri tað við at hava útvíst nakran Tottenham leikara. Og nú fortelur hann fyri ESPN, at hann lættliga kundi víst trimum Tottenham leikarum av vøllinum.

Bæði feløgini fingu rekord høgar bøtur fyri ikki at hava hildið skil á sínum leikarum.

Hóast eingin bleiv útvístur í dystinum, fekk Tottenham leikarin Mousa Dembele 6 dystir leikbann eftir dystin, fyri at hava stungið fingurin í eyga á Chelsea leikaranum Diego Costa.