- Eg var trýst at gera meg kynsliga inn á son mín

Ari av Rana

24.05.2018 - 15:25

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot

Málið móti 42 ára gamla føroyinginum, sum eggjaði eini 43 ára gamlari mammu at gera seg kynsliga inn á barn sítt, heldur fram í rættinum í Lyngby í dag.

Í rættinum í dag hevur mamman forklára, at hon gjørdist forelskað í manninum og gjørdist sera bundin at honum.

- Eg kvaldi røddina sum segði, at tað eg gjørdi var skeivt. Eg havi aldrin havt tankar um at hava kynsliga samveru við børn. Tað var hann, sum vísti mær hetta. Eg var viðbrekin og var drigin at og fanga av honum, segði kvinnan í rættinum.

Føroyingurin er ákærdur fyri at hava eggjaði kvinnuni til at gera seg inn á sonin fleiri enn fjøruti ferðir. Føroyingurin noktar seg sekan og sigur, at 9000 tekstboð og 300 síðir av telduposti millum hana og kvinnuna einans handlaðu um kynsligan fantasi, og at hann ikki trúði, at hon fór at gera nakað av hesum, skrivar eb.dk.

Kvinnan er dømd 3 ár og 10 mánaðir fongsulsrevsing fyri síni brot móti soninum.

Kvinnan og føroyingurin møttust í Ørestedsparkini í Keypmannahavn bert níggju dagar eftir at tey fyrstu ferð skrivaðu saman. Tey vóru kynsliga saman tá og møttust tríggjar afturat millum juni og september í fjør.

Kvinnan segði í rættinum, at hon føldi at hon mátti geva føroyinginum okkurt fyri ikki at missa sambandið við hann. Hon metir seg hava verið manipuleraða av manninum, og at hon var í einari vánaligari sinnisstøðu og at tað gekk illa í hennara egna hjúnabandi.



beint nú