(Mynd: EPA)

- Eg ynski bara at liva eitt friðarligt lív

Ingi Samuelsen

14.05.2017 - 19:23

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað var ein stillur sangur uttan nakað hóvasták varð gjørt burturúr hvørki útseting ella framførslu, sum vann sangkappingina hjá Eurovision í gjárkvøldið. Sangurin stóð eitt sindur í andsøgn við myndina, ið annars verður givin at árliga tiltakinum.

27 ára gamli Salvador Sorbal úr Portugal var eisini eitt sindur ørkymlaður, tá hann møtti fjølmiðlafólki eftir sigurin í gjárkvøldið.

- Eg skilji ikki atkvøðuskipanina. Eg haldi, at tú skalt vera støddfrøðingur fyri at fáa nakað burturúr, segði hann.

Ikki hevði hann heldur roknað við, at hann eftir einum degi skuldi gerast hetja heima í Portugal og vinna fyrsta Eurovisionsigurin yvirhøvur landið.

- Álvaratos, eg ynski bara at liva eitt friðarligt lív. Eg dugi ikki at ímynda meg sjálvan sum tjóðarhetja ella evropameistari, segði hann, sambært BBC.

Men Salvador Sorbal breyt burturúr millum hinar sangarnar, sum brúktu alskyns hjálpitól fyri at framføra teirra sang, tað verði seg ljósútgerð, fýrverk, hálvnaknar dansarar, dansandi gorillur, kanónir og anna.

Hann stillaði seg einsamallur á ein annan, nógv minni pall niðri millum áhoyrararnar og framførdi friðarliga sangin, sum stórasystirin Luisa hevði skrivað til hansara. Ikki á enskum, sum øll hini, men á móðurmálinum, portugisiskum.

”Amar Pelos Dois” kann týðast sum Kærleiki fyri okkum bæði, og talar til øll kyn og orienteringar við sínum inkluderandi og einfalda boðskapi, skrivar BBC.

Sorbal sigur, at tað vildi frøtt hann, um sigur hansara kundi ávirka hvussu tónleikur gjørdur, framleiddur og marknaðarførdur.

-Fólk lurta eftir sangum, tí tey fáa teir tveittar eftir sær. Tú mást dáma teir, tí teir verður tí vit tvinga teg til tað við at spæla sangirnar 16 ferðir um samdøgrið.

- Hetta er tónleikur við innihaldi, ein kensluborin sangur við einum vøkrum skaldsligum boðskapi og samljóði – nakað, ið fólk ikki eru von við at lurta eftir nú á døgum.

- Um hetta hjálpir til at gera eina lítla broyting í tónleikinum, vildi tað frøtt meg, segði hann og legði afturat:

- Og so vóni eg at hetta kann fáa fólk til at koma við øðrvísi tónleiki av øllum møguligum slag til framtíðar kappingar av hesum slag.

Sí eisini: Portugal greiður Eurovision-vinnari