Ehiogu deyður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

21.04.2017 - 12:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ugo Ehiogu, sum í 1990unum og 2000unum leikti við Aston Villa og Middlesbrough í Premier League, og sum síðan 2014 hevur verið knýttur at Tottenham Hotspur sum U23 venjari hjá felagnum, andaðist í morgun einans 44 ára gamal.

Hetta boðar Tottenham frá á Twitter.

Ehiogu small í gjár um við einum hjartasteðgi á venjingarmiðstøðini hjá felagnum og varð hareftir koyrdur á sjúkrahús, har tað tó ikki bar til at bjarga lívi hansara.

Ehiogu vann League Cup í 1996 og 2004 við ávikavist Aston Villa og Middlesbrough og náddi harumframt at leika fýra dystir fyri enska landsliðið. Hann hevur í aðrar mátar umboðað West Bromwich Albion, Leeds United, Glasgow Rangers og Sheffield United.