Eiler Fagraklett - Kjakið um samkynd særir meg djúpt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

30.08.2015 - 14:28

Tíðindi >

Lítið er at ivast í, at kjakið um hjúnabandslógina hevur flyt nógv í valstríðnum. Hvørja ferð kjaksendingar eru í útvarpi og sjónvarpi, kemur hjúnabandslógin á breddan. Annar vongurin følir trongd til at verja kristnu virðini, ið tey meta, at Føroyar eru bygdar á, meðan hin vongurin berjist fyri, at samkynd skulu hava somu borgarligu rættindi, sum øll onnur.

Men nú er kjakið fari um mark, heldur Eiler Fagraklett. Á sínum Facebook vanga skrivaði ein av oddamonnunum í LGBT, at hetta hevur snøgt sagt verið ein “helvitis, lorta vika”.

Hann sigur, at í bardaganum fyri javnrættindi í Føroyum gjøgnum seinastu árini, hevur tað verið nógvur mótvindur, men eisini viðvindur. Seinasta tíðin hevur tó verið sera strævin.

- Eg helt, at eg toldi nógv av, og at tað í dag var lítið og einki, sum kundi sára ella tyngja meg. Men eg má viðurkenna, at tað veruliga pínt meg djúpt at sæð og hoyrt homofobina floyma omanyvir meg í hesum valstríðnum. At veruliga kenna haturin á egnan kropp.

Um ein tendrar fyri sjónvarpsskýggjanum, ella fyri útvarpinum, so hoyrir man hvønn dag, hvussu onkur spillir samkynd út, og hetta er tað, ið tyngir Eiler, og flest øll onnur, ið eru samkynd. Hann følir at tað er órættvíst, at fólk siga seg vera størri syndara enn aðrir føroyingar, og at tað rakar hann persónliga.

- Eg og onnur samkynd eru orsøkin til, at føroyska hjúnabandið verður oyðilagt siga tey. “Tað er er ikki persónliga meint. Tak tað ikki so persónligt, Eiler”, siga fólk við meg.

Jú, tað er faktiskt forbannað persónligt. Og jú, eg taki tað ógvuliga persónlig, sum ein av oddafólkunum av LGBT rørsluni. Ja, eg verið bæði særdur og keddur av hatursátøkunum frá høgrastrýrinum.

Samkynd eru ikki bara enn eitt tilvildarligt evni at kjakast um í valstríðnum. So sum pensjónsnýskipan, grøn orka, flatskattur ella grindalógir. Tað eru menniskjur handan orðið ”samkynd”. Vit eru gjørd av kjøti og blóði. Vit elska. Vit synda. Vit hata. Vit gráta. Vit biðja. Vit bløða. Vit trúgva. Vit gleðast. Vit fyrigeva, sigur Eiler Fagraklett.

Hann sigur seg vita, at flest hinskynd ikki veruliga skila, hví samkynd ikki geva upp, og góðtaka tað, at tey ikki fáa somu borgarligu rættindi sum onnur.

- Men royn og ímynda tær um øll, sum vóru lám, ikki sluppu at gifta seg í Føroyum. Hevði tú sum lám, so bara góðtikið tað? Nei!

Ímynda tær so um løgmaður, løgtingsformaðurin, borgarstjórin í høvuðsstaðnum, 8 løgtingsmenn, 3 prestar og 800 aðrir føroyingar løgdu seg á knæ á Vaglinum og bóðu fyri, at land og lógir skuldu stýrast eftir Bíbiluni og teirra tulking av ”kristnu virðunum”, og á hendan hátt skuldu øll, ið vóru lám, ikki hava loyvið at skriva við vinstru hond, men heldur skuldu goyma sína perversu trongdini djúpt inni í sær sjálvum, og einans skriva við høgru hond restina av sínum lívi!

Um tú kanst ímynda tær tað, ja, so veitst tú hvussu eg sum samkyndur føroyingur havi tað í kvøld – tríggjar dagar undan løgtingsvalinum, sigur Eiler at enda.

Í skrivandi stund, er hansara dagføring deild 288 ferðir á Facebook, og nógv stuðla Eileri í hansara útsøgnum.

Les dagføringina hjá Eileri her: https://www.facebook.com/eiler.fagraklett/posts/10156088095795724