Mynd: EPA

Ein afturat handtikin í Svøríki

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

09.04.2017 - 15:00

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Ein persónur afturat er handtikin í sambandi við, at ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu á Drotninggatan í Stockholmi fríggjadagin. Svenskir miðlar skriva, at hetta stendur í almennum skjølum frá býarrættinum í Stockholmi. Ákæruvaldið hevur játtað hetta.

Sambært skjølunum handlar tað um brotsverk ímóti tjóðskaparligu trygdini.

Tann handtikni er varðhaldsfongslaður í Stockholmi og hevur fingið ein verjuadvokat.