(Mynd av Facebook)

Ein av heimsins dýrastu vodkafløskum stolin í Keypmannahavn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.01.2018 - 07:34

Tíðindi > Danmark

Ein óalmimdiliga dýr fløska av vodka var gjáranáttina stolin úr einum av heimsins størstu søvnum av vodka, ið liggur á Vesterbro í Keypmannahavn.

Tað upplýsir eigarin av samlingini sjálvur, Brian Ingberg, fyri TV 2 Lorry. Talan er um eina fløsku av Russo Baltique vodka, ið hevur eitt virði upp á átta milliónir krónur. Sambært heimasíðuni Vodka Spot er talan um fjórðdýrastu vodkafløskuna í heiminum.

Virðið á fløskuni skyldast eisini, at hon er gjørd úr trimum kilo av gulli og trimum kilo av silvuri.

Brian Ingberg hevur lánt serligu fløskuna frá Dartz-verksmiðjuni í Russlandi, ið framleiðir dýrar bilar og dýrt vodka. Brian hevur eitt serligt vodkasavn undir barr síni, Café 33 í Dybbølsgade í Keypmannahavn.

Russarin Leoan Dartz, eigur fløskuna. Hann spurdi sjálvur danska vodkasavnaran, um fløskan ikki kundi standa hjá honum, tí hon hóskaði væl inn í heimsins størstu samling av vodkafløskum.

Tey, sum hyggja at sjónvarpsrøðini ”House of Cards”, hava kanska sæð fløskuna. Her spælir danski sjónleikarin, Lars Mikkelsen, russiski forsetin, ið gevur Kevin Spacey, sum spælir amerikanskur forseti, hesa fløskuna sum gávu.

Vakmyndir vísa, at grímuklæddir menn fingu atgongd til savnið við lykli. Tveir menn síggjast fara avstað við fløskuni. Myndirnar kunnu síggjast á Facabook-vanganum hjá savninum.

Løgreglan í Keypmannahavn váttar fyri TV 2 Lorry, at tey hava fingið fráboðan um stuldurin, og at ein serlig deild fyri innbrot hjá løgregluni nú tekur sær av málinum.