(Mynd: EPA)

Ein av nærmastu ráðgevarum forsetans gevst

Ingi Samuelsen

07.03.2018 - 06:54

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Fremsti búskaparligi ráðgevin hjá Donald Trump, Gary Cohn, gevst í embætinum, skrivar The New York Times. Tíðindini eru nú eisini váttað av Hvítu Húsunum og Cohn sjálvum.

Sambært blaðnum hendir hetta orsaka av, at Donald Trump hevur boðað frá einum revsitolli upp á 20 prosent fyri stál og 10 prosent fyri aluminium fyri at verja amerikanskar framleiðarar. Eitt tiltak, sum Gary Cohn als ikki kann taka undir við.

Alment er tó ikki komið fram, hvor orsøkin er til, at Gary Cohn hevur sagt upp.

Men tað kann vera orsaka av ósemju teirra millum um tollsatsirnar, sum forsetin ætlar at leggja á stál og aluminium, skrivar Ritzau.

Í gjár skrivaði Bloomberg News, at Gary Cohn als ikki kann taka undir við ætlanini hjá forsetanum. Eins og nógvir aðrir búskaparfrøðingar og politikarar, óttast hann fyri, at tiltøkini fara at gera amerikanska búskapin veikari.

Cohn kom til Hvítu Húsini frá einum starvi sum stjóri í íløgubankanum Goldman Sachs. Hann verður sagdur at vera maðurin, sum stóð fyri stóru skattanýskipanini, sum Trump gjøgnumførdi í heyst.