Húni II av Akureyri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein av søguligu bátunum á Nordisk kystkultur stevnu í Vági

Niels Petersen

08.07.2016 - 20:59

Tíðindi > Tíðindi > Skipasøga

Ein av bátunum sum eru við á Strandamentanarstevnuni í Vági um vikuskiftið er íslendski Húni II úr Akureyri. Húni II er størsta eikiskip, sum smíðað er í Íslandi, og enn flýtur. Tað var sjósett í 1963.

Umleið 50.000 arbeiðstímar vórðu brúktir til at smíða Húnu II, harav var umleið helvtin av tíðini brúkt til arbeiði við el-útgerð, motoríseting, jarnsmíð og at smíða brúnna, ið er úr aluminium.

Øðilig rúgva av tilfari
Til træsmíðið, tað vil siga kjøl, stevni, bond, deksplankar og plankar til skrokkin, vórðu brúkt um 240 rúmmetrar av amerikanskari eik, og roknað verður við, at um 360 stykki av umleið 139 ára gomlum eikitrøum, hava verið feld, fyri at fáa fatur í so nógvum tilfari.
Tríggir hektarar av landi mugu til, fyri at røkta hesi eikitrø.

Frá tí at báturin varð sjósettur í 1963 og til 1994, legði hann 32.000 tons av fiski uppá land. Tá varð avgjørt, at leggja bátin, og bíðaði hann eftir kostnaðarmiklari upphøgging í Seyðisfirði. Eigararnir seldu tí glaðir bátin, tá teir fingu tilboð uppá einans 10 krónur fyri hann.
Keyparin var Torvaldur Skaftason og kona hansara, Erna Sigurbjørnsdóttir, ið høvdu tilknýti til bátin. Við tógvið stríð, eydnaðist tað teimum at gera bátin sjókláran aftur, og var hann fyri tað mesta brúktur til hvalaferðavinnu. Hetta royndist ikki nóg væl.

Stuðulsfelagið Húna II sett á stovn
Í 2003 varð báturin 40 ára gamal, og tá tók ein áhugabólkur seg saman um at verja hann. Torvaldur silgdi bátin til Akureyrar í 2005, og tá varð stuðulsfelagið Húna II sett á stovn.

Á vári í 2006 keyptu landið, Akureyrar kommuna og KEA bátin frá Torvaldi og góvu Ídnaðarsavninum í Akureyri hann við teirri avtalu, at stuðulsfelagið Húna II skuldi taka sær av bátinum, sum felagið eisini hevur gjørt síðani tá.

Størsti eikiskipið í Íslandi
Húni II er størsta eikiskipið, sum smíðað er í Íslandi, og enn flýtur. Báturin er í dag í høvuðsheitum óbroyttur frá tí at hann varð smíðaður, uttan at fiskilastin varð broytt til matarsal, wc vórðu gjørd og góðar umstøður annars fyri ferðafólk.