(Savnsmynd frá 2016)

Ein dagur á grynnuni uttan plastbúnað

Ingi Samuelsen

05.05.2017 - 10:06

Mentan >

Í morgin verður tiltakið Ein Dagur á Grynnuni aftur hildið í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið, sum er eitt ókeypis umhvørvisvinarligt familjutiltak, varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum.

Borð og grillir verða settar upp undir tjøldum í Tórsgøtu, har ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum verða borðreiddir, sum til dømis laksur, makrelur, hummari, kræklingur, igulker og mangt annað. Umborð á Norðlýsinum og í Perluni fer Birgir Enni at borðreiða við síni heimskendu fiskasuppu, Føroya Sjósavn fer at sýna fram ymisk djórasløg úr sjónum og B36 skipar fyri fiskikapping.

Margarinfabrikkin fer at bjóða fisk og kips til børnini og skipar eisini fyri undirhaldi, og Trøllapætur fer at undirhalda í Vágsbotni.

Alt tilfarið, sum verður brúkt á tiltakinum, sum til dømis bestikk, tallerkar og gløs, verður framleitt úr umhvørvisvinarligum tilfari, og eingin einnýtisborðbúnaður úr plasti verður brúktur til tiltakið, soleiðis at Ein Dagur á Grynnuni verður so umhvørvisvinarligt sum gjørligt. Hetta er gjørt í samstarvi við Umhvøvisvikuna, sum Tórshavnar Kommuna skipaði fyri í seinastu viku, og er í tráð við umhvørvispolitikkin ‘Grøna leiðin’, at Tórshavnar kommuna ynskir at plastnýtslan verður skerd.

Ein Dagur á Grynnuni byrjar klokkan 10 og heldur fram til klokkan 17.

myndir frá tiltakinum í fjør