Ein føroyskur HR-pallur sær dagsins ljós



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

02.01.2018 - 18:12

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Samskifti

NOTION – er ein føroyskur pallur har vit luta vitan og royndir innan starvsfólkaøkið og HR. Tað er Alexandra á Dul úr Klaksvík sum er stigakari og stovnari av Notion.fo

Tað byrjaði alt við morgunkaffið. Eg var júst farin í barnsburðarfarloyvi og skuldi finna meg til rættis í nýggja leiklutinum uttan fyri arbeiðsmarknaðin – og tað var við blandaðum kenslum. Eg hevði sovorðnan hug at ringja til arbeiðsplássið og biðja avloysaran um at senda mær nakrar uppgávur. Men tað kundi eg ikki. Hon hevði jú yvirtikið arbeiði mítt, og tað mátti eg sjálvsagt virða.

Eg settist við telduna og skrivaði tveir av mínum yndisbókstøvum á leitaran hjá Google: “HR”. Við einum góðum kaffimunni í aðrari hondini og músini í hinari blaðaði eg ígjøgnum fleiri HR-heimasíður og las greinar hjá samsintum. Tá ið eg hevði lisið nakrar greinar um komandi persóndátufyriskipanina og ymsar mannagongdir innan førleikamenning, fór eg aftur til Google-leitaran og skrivaði nú orðini “HR Føroyar”. Stórliga bilsin gjørdist eg, tá bara nakrar gamlar starvslýsingar komu fram.

Eg skonkti mær uppí aftur og fór aftur til knøttarnar – nú við einum endamáli.

Eftir at hava arbeitt við hesum, kann eg nú bjóða lesaranum ein føroyskan HR-pall. Pallurin er til øll okkum, sum vilja seta HR og góðu starvsviðurskiftini á dagsskránna.

Endamálið við pallinum er heilt einfalt, at lesarin kann fáa og geva íblástur og fáa brúkt førleikarnar hvør hjá øðrum.