Ein føroyskur SIFI-banki kann fara á húsagang



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Leif Láadal

20.02.2014 - 20:13

Tíðindi > Pengar > Bankavirksemi

Seinastu dagarnar hava vit hoyrt, at tríggir føroyskir bankar hava fingið heitið SIFI. Men merkir hetta, at føroysku SIFI-bankarnir BankNordik, Eik og Norðoya Sparikassi so ikki kunnu fara á húsagang?

Nei, tað merkir tað ikki.

Vinnuhúsið skrivar vegna Felagið Peningastovnar í dag á heimasíðu síni eina stutta frágreiðing um, hvat ein SIFI-banki er:

“Felagið Peningastovnar ynskir at greiða frá, hvør virknaðurin verður av hesi lóggávu.

SIFI skipanin er fingin í lag við tí endamáli at styrkja samfelagsbúskapin mótvegis fíggjarligum kreppum. Skipanin forðar ikki einsamøll framtíðar kreppum, men skal avmarka teirri ringu ávirkan, ið ein tílík kreppa førir við sær.

Avísar kapitaltreytir, ið skulu lúkast innan 2019, verða settar SIFI peningastovnum, soleiðis at økt verður um mótstøðuførið í krepputíðum. Umframt hetta verður fíggjareftirlitið eisini hert í eini roynd at tryggja, at ikki ov stórir váðar verða tiknir.

SIFI skipanin er ætlað at skapa tryggari og varligari riknar peningastovnar, men merkir hinvegin ikki, at ein SIFI peningastovnur er vardur móti húsagangi, skuldi hann komið í fíggjarligar trupulleikar. Heldur skal ein tilbúgvingarætlan tryggja, at sjálvt virksemið kann halda fram. Síðani stendur tað til avvarðandi myndugleika saman við peningastovninum at finna hóskandi loysn á kreppustøðuni. Partaeigarar eru sostatt ikki tryggjaðir móti tapi, og peningastovnurin ikki tryggjaðir framhaldandi tilverurætt í sær sjálvum, skuldi hesin komið í trupulleikar. Málið er at avmarka árinið á samfelagsbúskapin og at tryggja, at samfelagið verður fyri so lítlum missi sum møguligt.

Nevndarlimir í SIFI-peningastovnum skulu hava nøktandi royndir og vitan (fit & proper), og samlaða talið av nevndar- og formanssessum hjá hvørjum limi skal verða avmarkað.

Uttan mun til um ein peningastovnur er SIFI bólkaður ella ikki, so tryggjar Indskydernes Garantifond øll innlán upp til kr. 750.000.”

Kelda: industry.fo