Ein framúr dagur á Skemmugarði




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

05.10.2014 - 04:11

Tíðindi > Seyðahald

Brandur Sandoy hevur sent okkum hesa myndina. Hann greiðir soleiðis frá:

Hetta er Pauli Sandoy, 16 ár, av Sandi, dekkari á øðrum ári umborð á M/S Sandshavinum.
Veðrurin er tvævetur, og vigaði 95 pund.
Hetta er ikki ein "kraftfóðurveðrur". Hann hevur onki fingið síðani í mei mánaði, einans gott gras.
Hendan dagin vóru flettir 25 aðrir veðrar og heystlomb, ið allir vóru veturgamlir, og vigaðu tey millum 40 og 80 pund.
Alt í alt ein framúr dagur á Skemmugarði á Sandi.

Send Portalinum tínar fjallmyndir og/ella flettingarmyndir. Brúka tænastuna "Veitst tú eina søgu?" til vinstru fremst á Portalinum, ella send teldupost beinleiðis til redaktion@knassar.fo